fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 18.4m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 15.12.2015 (10:33)

Gløðandi sosialistur á Tvøroyri fyllir 90

Í dag, týsdagin, 15. desember, fyllir Dánjal av Rana í Trongisvági, 90 ár.

 

Longu á óvitaárum varð hann politiskt tilvitaður og sjálvur sigur hann, at høvuðsorsøkin til tað var tann heimsumfatandi kreppan sum rakti heimin í tríatiárunum, og sum eisini rakti hvørt heim á Tvøroyri.

 

Hugsjónarliga fór hann at hella til vinstru, og síðani hevur hann verið gløðandi sosialistur.

 

Hann var rættiliga ungur, tá ið hann varð virkin í Javnaðarflokkinum og tað endaði við, at hann varð settur á listan til býráðsvalið í 1976, hóast hann hevði borið seg undan.

 

Men tað varð startskotið til eina langa lívsleið sum býráðspolitikari á Tvøroyri, tí hann varð sitandi í býráðnum til 2000, tá ið hann var 75. Árini 1984 til 1992 varð hann býráðsformaður.

 

Hann kom eisini upp í Arbeiðsmannafelagið, Fylking, við tað, at hann varð nevndarlimur í 1970, og hann sat ó nevndini til í 1997, tá ið hann fór frá. Tá hevði hann eisini verið formaður frá 1982 til 1997, og tey flestu árini, hann var í nevndini, stjórnaði hann eisini løngjaldsstovuni. 

 

Tað hendi nógv á Tvøroyri í seksti, sjeyti og áttatiárunum. Og eitt, sum var sermerkt fyri Tvøroyri, var, at bæði kommunan, og fakfeløgini, og privatfólk, settu rættiliga fitt av pengum í vinnulívið í býnum, bæði í skip og flakavirki. Eitt nú rindaðu arbeiðsfólk í fleiri ár ein prosentpart av lønini at seta vinnulívið.

 

Nógvastaðni var mótstøða ímóti, at kommunan setti pening í vinniligt virksemi. Men sjálvur hevur Dánjal av Rana ongantíð ivast í um at tað var tað einasta rætta at gera.

 

Hann heldur, at varð tað ikki gjørt, hevði virksemi aldrin tikið seg upp á Tvøroyri og fyri hann var tað púra sjálvsagt, at kommunan setti pening í vinnullívið.

 

Danjal av Rana ásannar, at nú hann er komin upp í árini, er tíðin farin at ganga skjótt. Fitt av jørð er í húsinum, og tey fyrstu árini, eftir at hann læt seg pensjónera, 75 ára gamal í 2000, fann hann stóra fragd í at passa veðrar og annars at taka eina hond í við jarðarbrúkinum

 

Hann tekur so nógv lut í seyðabrúkinum longur, tí konan fekk eitt bakkast fyri nøkrum árum síðani, og er fyri ein part óhjálpin.

 

- Eg eri komin væl upp í árini, og havi fingið longri tíð her á foldum, enn nógvum øðrum er unt. Men eg havi nógv at takka fyri, tí eg eri vælsignaður við eini góðari heilsu. Eg føli meg yvirhøvur ikki sum ein 90 ára gamal, og eg gleðist um hvønn nýggjan morgun, sigur Dánjal av Rana.

 

Føðingardagurin varð hildin leygardagin, har eini 150 fólk nýttu til at støkka inn á gólvið at heilsa upp á føðingardagsbarnið.

 

Í Sosialinum um vikuskiftið var ein longri samrøða við Dánjal av Rana.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her