fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Myndin er tikin leygardagin, men her sæst bara ein helmingur ella triðingur øllum gæsnum, sum hesa løtu sótu í bønum.

Vilmund Jacobsen 17.01.2016 (21:23)

Grágæs trívast í Sandoynni

Seinastu tíðina hava nógvar grágæs verið at sæð í Sandoynni, serliga á dyrkaða bønum kring um í bygdum øki og nærindis bygdum øki. Hóast tað eru bøndur, sum hava loyvi at skjóta gæs á egnari jørð, sæst lítið til, at nakað serligt verður gjørt burtur úr hesum.

 

Av og á hoyrist tó, at onkur løðir sær byrsuna og hevur latið okkurt einstakt skot av, og frætt er eisini um onkran, sum hevur fingið tríggjar gæs við einum skoti - so tættar, sum tær sótu í bønum hesa løtu.

 

Viðhefta mynd er tikin leygardagin, men her sæst bara ein helmingur ella kanska bara ein triðingur av gæsnum, sum hesa løtu sótu í bønum á Sondum. Viðhvørt eru nógvar gæs at síggja og aðrar løtur færri. Ivaleyst ferðast tær eitt sindur kring um í økinum, og talan er helst um fleiri flokkar.

 

Um hálvan november í fjør høvdu tilsamans 26 fólk fingið loyvi frá Búnaðarstovuni at skjóta grágás í Føroyum. Tað upplýsti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum, tá hann svaraði einum fyrispurningi hesum viðvíkjandi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.

 

Løgtingsmaðurin vildi eisini hava at vita frá Høgna Hoydal, hvussu nógvar grágæs eru skotnar síðan 1. juni í 2014, tá søkjast kundi um loyvi at skjóta grágás, sum annars er friðað.

 

Bøndur meta, at grágásin er fjølgað so nógv í tali, at hon elvir til stóran skaða á bøin og etur ein stóran part av grasinum, har hon heldur til.

 

Í sínum svari til Kára P. Højgaard segði Høgni Hoydal, at í 2014 søktu 15 fólk um loyvi at skjóta grágæs og fram til umleið hálvan november í fjør vóru 11 loyvi givin aftrat. Soleiðis vóru 26 loyvi givin tilsamans, og hesi eru galdandi fram til 31. mai í 2017.

 

Tað eru nøkur, sum halda tað vera skeivt, at loyvi eru givin at skjóta grágæs, tá stovnurin ikki er kannaður frammanundan, og millum hesi er Búnaðarstovan.

 

Í givnu loyvunum er tað tó ein treyt, at loyvt er ikki at skjóta grágæs, sum liggja á eggum ella ganga við ófloygdum ungum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her