fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Mynd: Heini Festirstein.

Hallur av Rana 23.07.2015 (23:47)

Grindaformaður: Drápið gekk rímiliga væl

- Tað gekk rímiliga væl. Vit lógu í einar 15 minuttir við Molan, meðan vit bíðaðu eftir at klárt var á sandinum. Eg meti, at umleið 100-120 hvalir løgdu beinini.
Tað sigur Bjarni Poulsen, ið er grindaformaður í Havn.


Klokkan 23.40 var seinasti hvalurin dripin á sandinum. Nakrir bátar fóru út aftur eftir tí, ið man metti var ein annar bólkur, men Bjarni Poulsen sigur, at talan var um ein bólk av springarum, ið man hevði rikið frá.


- Tað vóru nakrir springarar, ið vóru í stóra bólkinum. Tað eydnaðist at reka teir frá, áðrenn vit komu inn móti sandinum. Tað eru nokk teir, ið onkur av teimum meira óroyndu hava hildið var grind, og eru farnir eftir.

 

Óvist er enn hvussu nógv hval vórðu dripnir, men upplýsingar um tað, og um seðlarnar, koma, so hvørt sum tað verður klárt. 

Grindin verður nú førd yvir á Vestaru Bryggju. Hon verður merkt og mett. Seinni fara sýslumaðurin og umsitingin í Tórshavnar kommunu undir at gera býtið. 

Tá ið seðlarnir eru klárir, rópar borgarstjórin nøvnini upp við Magn á Vestaru Bryggju.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her