Leita á in.fo

Jákup Mørk 03.05.2014 (20:08)

Gudmundur nummar fýra

Gudmundur hevur gjørt av at royna seg sum fulltíðarprofessionellan í royndunum at vinna seg millum teir bestu í heiminum. Ein stór roynd var í dag, tá hann tók lut í sterkari kapping í Lissabon, men við fjórða plássinum prógvaði føroyski jarnmaðurin, at hann avgjørt hevur møguleikan at kappast millum teir bestu.

 

Í Lissabon var talan um sokallaðan hálvan ironman, og var Gudmundur partur av sonevnda elitu-bólkinum. Í hálvum ironman verður fyrst svomið 1,9 km. Síðani verða 90 km súkklaðir, og at enda skulu luttakararnir renna hálvt marathon. T.e. 21,1 km.

 

- Eg kom illa frá svimjistartinum. Tað føldist sum eitt langt slagsmál vid hinar um plássini fyrstu 500 metrarnar, men so var sum at tað loysnaði. Felti skrædnaði, og eg var røttu megin, og so fekk eg arbeiðsfrið. Eg kom á súkkluna sum nummar seks, men eg trampaði væl í pedalirnar og kom tí eisini uppá á 4. plássið, áðrenn fari varð undir renningina. Her legði eg út við góðari ferð, og tað vísti seg at vera skjótari enn tað, sum maðurin á triða plássinum hevði, skrivar Gudmund millum annað á Facebook-profili sínum.

 

Gudmunur kom á mál sum nummar fýra – 30 sekund frá bronsuni. Tá hevði hann runnið tríggjar minuttir inn á íðkaran, sum gjørdist nummar trý.

 

Hitin undir kappingini var um tey 30 stigini, og nógvir sterkir kappingarneytar vóru, so Gudmundur heldur sum heild, at hann kann illa vera annað enn væl nøgdur.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her