Leita á in.fo

Heri Simonsen 09.06.2015 (19:30)

Guinness: Systkini úr Rituvík eru heimsins elstu

Tað var ein serlig og rørandi søga, tá børnini hjá Elsebeth og Magnus Olsen í Rituvík rundaðu tey 1.000 árini á sumri í 2012. Hetta varð í juli í 2012.

 

Og øll 12 systkini eru framvegis á lívi, og í juli í ár eru tey so samanlagt 1.036 ár.

 

Guinness hevur hildið fast við, at ein systkinaflokkur í Italia, sum í 2012 vóru 818 ára gomul vóru heimsins elsti systkinaflokkur, tá talan er um systkinaflokk, har øll systkini eru á lívi.

 

Ommu- og abbabørn hjá Elsebeth og Magnus hava tó ikki funnið seg í hesum, men hava heitt á Guinness at staðfesta, at tað er í Rituvík í Føroyum, at heimsmetið fyri heimsins elstu systkin er at finna.

 

Loksins, aftaná nógv samskifti hevur Guinness Book of Records sent eina staðfesting og skjal, har tey 12 systkini úr Rituvík nú offisielt eru heimsins elsti systkinaflokkur.

 

Ein av ommu- og abbasynunum hjá Elsebeth og Magnus Olsen hevur júst fingið certifikatið frá Guinness Book of Records, og sendi eitt prei til in.fo beinavegin.

 

In.fo ynskir teimum 12 Olsen systkunum, og eftirkomarum teirra hjartaliga tillukku við heimsmetinum.

 

Tey 12 systkini eru Magnus Salomon (1920), Vensil (1921), Sára Malena (1923), Marin Fredrikka (1924), Arnholt Sofus (1925), Carl Sivar (1928), Elly (1930), Jaspur (1932), Harry (1933), Mary Elina (1934), Amy (1936) og Arne Kartin (1938).

 

Á hesari YouTube leinkjuni sæst ein filmur frá degnum, tá Olsen-systkini hildu dagin, tá tey saman rundaðu tey 1.000 árini:

https://www.youtube.com/watch?v=uQp_NQcAGxI

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her