Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.03.2015 (21:36)

Guitaristurin gjørdist sangari

Benjamin Petersen hevur fingið heiðurin sum ársins sangari. Hann er jú onnur helvtin av bólkinum AVE, sum hevur fingið nógv uppmerksemi fyri fyrstu útgávu sína.

 

Benjamin Petersen er eisini kendur frá øðrum bólkum. Hann gav eina fløgu út undir navninum Benjamin í 2008 og eina undir navninum Ghost í 2011. Í vetur hevur hann verið partur av Konfekt, sum hevur spælt í Gekkinum hjá KVF.

 

- Hevði aldrin væntað hetta. Tá eg var seks ár droymdi eg um at vinna heiðurin sum ársins guitaristur, men ársins sangari hevði eg aldrin væntað, segði Benjamin Petersen.

 

Hinir tilnevndu vóru Bárður á Lakjuni, Dánjal á Neystabø, Høgni Lisberg og Jens Marni Hansen.

 

Ársins songkvinna gjørdist nýggja stjørnuskotið Greta Svabo Bech. Føroysk, hóast hon ein stóran part av lívinum hevur búð uttanlands.


Greta Svabo Bech er einasti føroyingur, ið hevur verið tilnevnd eina Grammyvirðisløn. Hon fekk eisini heiðurslønina sum ársins songkvinna  við FMA 2014.

 

 

Hinar tilnevndu vóru Eivør, Kristel Lisberg, Guðrið Hansdóttir og Rebekka Petersen.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her