Meiningsleyst at taka flóttafólk til Føroya

Við at hjálpa neyðstøddum, har tey eru, fáa vit hundrað ferðir meiri fyri pengarnar


Vit skulu ikki taka flóttafólk til Føroya. Ístaðin skulu vit hjálpa teimum í nærumhvørvinum, har tey eru.

 

Tað sigur Fólkaflokkurin í eini almennari fráboðan, nú Poul Michelsen, landsstýrismaður í útlendingamálum, heldur, at vit eiga at taka flóttafólk til Føroya tá ið vit hava fyrireikað okkum til at taka ímóti teimum.

 

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, staðfestir, at vit eiga at hjálpa flóttafólki, men tað er ikki ein gongd leið at fáa tey hendavegin.

 

- Hjálpa vit teimum á staðnum kunnu vit hjálpa fleiri 100 flóttafólkum fyri somu pengar, sum Poul Michelsen ætlar at hjálpa tveimum flóttafólkum, við at taka tey til Føroya, sigur hann

 

- Vilja vit vilja hjálpa, kunnu vit gera mun á staðnum ella í nærumhvørvinum, eitt nú eru fleiri flóttafólkalegur í Turkalandi við markið til Sýria.

 

- Og har legst til við flóttafólki alla tíðina. Turkaland brúkar eina rúgvu av orku og peningi, og biður um peningaliga hjálp frá Evropa. Her kunnu vit veruliga gera mun, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum

 

-  Vit eiga at minnast til, at størsta ynski hjá flóttafólki er at sleppa heim aftur, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at tað er meiningsleyst at taka tvey flóttafólk til Føroya, og onga hjálp at senda.

 

Hann vísir til støðuna í Moldova, at nógv av unga fólkinum er flutt.

 

- Úrslitið var, at størri og størri partur av fólkinum í Moldova vóru gomul. Landið orkaði ikki at geva teimum eldru virðilig kor, tí unga skapandi fólki var farið til onnur lond.

 

- Vit eiga at nýta alla orku at hjálpa á staðnum, og ikki skilja fólkasløg sundur og kanska oyðileggja meir, enn vit gera gott, sigur Fólkaflokkurin.