Leita á in.fo

Danjal av Rana 18.09.2014 (14:12)

Hald lagt á Spitfirebátin hjá Sea Shepherd

Tær tríggjar Sea Shepherd kvinnurnar, sum løgreglan tók í gjár, verða nú eisini ákærdar fyri brot á grindakunngerðina.

Hetta váttar Peter Thaysen, chefpolitiinspektørur, fyri in.fo. Hann sigur, at løgfrøðingarnir hjá løgregluni eru nú komnir til ta niðurstøðu, at grindakunngerðin eisini er galdandi fyri springarar.

 

Avleiðingin av hesum er í fyrsta lagi, at kvinnurnar verða ákærdar fyri brot á grindakunngerðina, afturat ákærunum um brot á djóraverndarlóggávuna og at ikki akta boðini frá løgregluni.

 

Onnur avleiðingin er, at løgreglan í dag hevur lagt hald á Spitfire-bátin hjá Sea Shepherd, sum varð nýttur til springarajagstranina í gjár. Í fyrstu atløgu gav løgreglan Sea Shepherd bátin aftur, men við tað, at talan nú er um brot á grindakunngerðina, hevur løgreglan lagt hald á bátin.

 

Kvinnurnar verða nú avhoyrdar, og síðani skal dómarin taka støðu til ákæruna móti teimum, umframt at taka støðu til avgerð løgreglunnar um at leggja hald á bátin.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her