fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Jákup Mørk 06.01.2004 (15:52)

Hans Fróði í sáttmálaklemmu

Fótbóltur

Sum vit skrivaðu í gjár, so fer toftamaðurin, Fróði Benjaminsen, komandi kappingarárið at royna seg í íslendskum fótbólti, har hann hevur gjørt sáttmála við Fram í Reykjavík. Tá skrivaðu vit eisini, at íslendingarnir eisini hava sýnt áhuga fyri Hans Fróða Hansen, og sambært heimasíðuni hjá Fram, so er hetta nú meira enn bara áhugi.
Her stendur nevnliga, at felagið hevur gjørt trý ára sáttmálar við bæði Fróða og Hans Fróða, og verða teir báðir annars bodnir at vera væl komnir í felagið.

B68 veit einki
Soleiðis tykist alt vera komið í rættlag við skiftinum, men har er tó ein trupulleiki, sum ikki er loystur.
Á Toftum vita tey nevnliga einki sum helst um skiftið, og tá vit týsmorgunin tosaðu við formannin í felagnum, Niclas Davidsen, var hann sera bilsin um at hoyra, hvat íslendingarnir vistu at siga um hetta.
- Eg má bara siga, at hatta kenni eg einki til. Fram hevur verið í sambandi við okkum um Hans Fróða, men enn er ikki tikin støða til, hvat víðari hendir í hesum, var einasta viðmerkingin, sum formaðurin hevði til hetta.

Í stríð við reglurnar
Hóast vit dúgliga royndu at fáa fatur á Hans Fróða Hansen, so eydnaðist tað okkum framvegis ikki at koma í samband við hann, men tær báðar mótstríðandi útsagnirnar frá Fram og B68 benda í øllum førum greitt á, at hetta verður eitt skifti við stórum trupulleikum.
Tá Hans Fróði kom aftur til Føroya eftir at hava roynt seg í norskum fótbólti, var tað soleiðis, at toftamenn máttu keypa hann leysan úr sáttmálanum frá Sogndal. Hvussu stór upphæddin fyri hetta var, hevur ikki eydnast okkum at fáa uppspurt, men sum skilst var talan um eina ? eftir føroyskum mátistokki ? stóra upphædd.
Afturfyri hetta, so tryggjaði B68 sær tó, at talan gjørdist um ein langan sáttmála, og tað merkti í seinasta enda, at Hans Fróði tá skrivaði undir ein fýra ára sáttmála, og enn er so eitt ár eftir av hesum.
Tað merkir við øðrum orðum, at Hans Fróði Hansen sambært bindingunum av sáttmálanum við B68 als ikki hevur loyvi at samráðast við annað felag, uttan so at B68 er partur av hesum samráðingum. Hartil siga galdandi FIFA-reglur, at eitt felag ikki kann seta seg beinleiðis í samband við leikara, uttan so at hesin hevur í mesta lagi hálvt ár eftir av sáttmála sínum.

Revsingin kann verða hørð
Sum málið liggur í løtuni, so bendir alt á, at bæði Hans Fróði Hansen og íslendska Fram hava gingið uttan um galdandi sáttmálar á økinum. Og sambært teimum reglum, sum FIFA hevur á økinum ? og sum FSF eisini gongur undir ? so kann hetta í ringasta føri viðføra harða revsing fyri bæði felag og leikara.
FSF-reglurnar fyri leikarasáttmálar siga, at um so er, at leikari brýtir sáttmála, so hevur felag hansara møguleika at krevja endurgjald, sum svarar til higartil útgoldnu lønina í sáttmálaskeiðnum umframt tær positivu útreiðslur, sum felagið hevur havt av leikaranum.
Hetta vil við øðrum siga, at B68 kann krevja antin Hans Fróða Hansen, ella íslendska Fram eftir eini upphædd, sum svarar til ta løn, sum leikarin tey fyrstu trý árini av sáttmálanum hevur fingið útgoldið umframt keypspeningin, sum B68 í síni tíð rindaði norska Sogndal fyri leikaran.
Bara hetta í sjálvum sær kann helst gerast ein munandi upphædd, men hartil hevur FIFA eisini møguleikar at revsa bæði leikara og nýggja felag hansara.
Fyri leikara er galdandi, at hann kann verða dømdur at rinda eina bót fyri brot á sáttmálareglurnar, umframt at FIFA eisini kann geva boð um, at leikarin ikki kann hava spæliloyvi í nøkrum FIFA-landi í ávíst tíðarskeið.
Fyri felagið - altso Fram ? er galdandi, at tey eisini kunnu fáa bót, og hartil kann FIFA gera av, at felagið í ávíst tíðarskeið ikki hevur loyvi at gera nýggjar leikarasáttmálar.
Okkum kunnugt er málið tó ikki koyrt nakran veg til hvørki FSF ella FIFA enn, men spurningurin er, hvat hendir, nú leysasøgurnar um møguliga skiftið eru staðfestar av keypandi felagnum. Og lítið er at ivast í, at enn er seinasta orðið ikki sagt í málinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her