Leita á in.fo

Hans Kristian Simonsen vann í fyrsta umfari ímóti Høgna Egilstoft Nielsen

Jóannes Hansen 19.03.2016 (23:25)

Hans Kristian feldi Høgna

Leygardagurin var fyrsti kappingardagur í FM 2016 í talvu fyri einstaklingar. Tað er Sandavágs Talvfelag, sum skipar fyri, og tað verður kappast í skúlanum á Giljanesi.

Merkiverdasta úrsliti í fyrsta umfari var, at Høgni Egilstoft Nielsen, sum er hann við hægsta styrkistalinum, tapti við hvítum ímóti Hans Kristian Simonsen.

 

FM vinnarin 2015 – Rógvi Egilstoft Nielsen – telvaði í kvøld við hvítum ímóti forsetanum í Talvsambandinum, Finnbjørn Vang. Rógvi vann talvið.

 

Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum umboðar Sandavágs Talvfelag, vann við svørtum ímóti Martini Poulsen.

 

Superveteranurin Torkil Nielsen vann við svørtum ímóti Tummasi Martin Sólsker, og tað endaði remis millum Silas Eyðsteinsson og Sjúrð Thorsteinsson.

 

Annað umfar verður sunnudagin klokkan 14. Millum áhugaverdu talvini í morgin verður tað millum Høgna Egilstoft Nielsen og Rógva Egilstoft Nielsen.

 

Sunnudagin kl. 14.00

Hans Kristian Simonsen – Sjúrður Thorsteinsson

Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Silas Eyðsteinsson

Torkil Nielsen – Martin Poulsen

Finnbjørn Vang – Tummas Martin Sólsker

Høgni Egilstoft Nielsen – Rógvi Egilstoft Nielsen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her