Leita á in.fo

Tróndur Arge 22.01.2013 (10:11)

Hanus og Hendrik til ÍF

ÍF hevur gjørt sáttmála við tveir spælarar fyri komandi kappingarár. Talan er um Hanus Thorleifsson og Hendrik Lamain Rubeksen, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

Higartil hevur frágongdin verið stór frá ÍF síðani góða úrslitið í fjør. Thomas Asmussen kemur ikki aftur úr Danmark, Flemming Christensen heldur iki fram sum venjari, Karl Løkin skiftir til NSÍ, meðan menn sum Jan Ellingsgaard, Bogi Løkin og Uni R. Petersen eru farnir av landinum.

 

Nú hevur felagið so gjørt sáttmala við Hanus Thorleifsson og Hendrik Lamain Rubeksen. Umframt at báðir hava spælt í HB, so hevur Hanus eisini spælt við Skála og B36, meðan Hendrik hevur havt einkult kappingarár í AB, GÍ, og 07 Vestur.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her