Leita á in.fo

Jákup Mørk 18.11.2005 (12:48)

Hanus til B36

B36

Hóast meistarar, so tykist B36 ikki hava nakrar ætlanir um at liggja á teirri løtu síðuni, tá tað ræður um fyrireikingar til komandi kappingarárið.
Av fráfallið eru givni Allan Mørkøre og nú seldi Ingi Højsted einastu spælararnir, sum við vissu ikki verða við aftur næsta ár. Sylla er komin til felagið úr ÍF, og í aðrar mátar er mest sum víst, at restin av hópinum heldur fram. Einasti útlendingurin, sum tó við vissu eisini verður við komandi ár er Alex dos Santos. Hann varð eisini kosin sum ársins B36-spælari av viðhaldsfólkunum, og tí er einki at siga til, at hesi vórðu fegin, tá formaðurin á ársveitsluni kundi boða frá, at partarnir høvdu gjørt nýggjan tvey-ára sáttmála, áðrenn spælarin fór til Brasilia.
Og nú er so eisini greitt, at nýggjur maður kemur á vinstra miðvallarborð. Talan er um 19 ára gamla Hanus Thorleifsson av Skála. Hóast sín unga aldur, so hevur hann seinastu tvey árini verið mest sum fastur partur av góðu Skála-avriunum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her