Leita á in.fo

Danjal av Rana 04.10.2015 (15:57)

Hatta kenni eg absolutt einki til

Dagin eftir at dómur var fallin í rættarsakini móti teimum fýra miðlafólkunum, var eitt innslag í Degi og Viku, har tað varð greitt frá, at ein ósemja var innanhýsis millum tey trý kringvarpsfólkini um innihaldið í sendingini.

 

Dagin fyri, at sendingin varð víst í Kringvarpi Føroya, sóu útvald fólk í Kringvarpinum hana. Tá gav, sambært Heina Gaard, ið gjørdi innslagið í Degi og Viku, Dia Midjord, kringvarpsstjóri, til kennar, at hann ynskti ávísar broytingar í sendingini, áðrenn hon varð send í luftina. Serliga var tað tónleikavalið, sum hann helt vera óviðkomandi og yvir um mark, sum tíðindamaðurin málber seg.

 

Ongar broytingar vóru tó gjørdar og tá sendingin varð send innihelt hon millum annað eitt innslag, har hyggarin hoyrir Jørgen Niclasen syngja ein sang fyri Elisi Poulsen í sendingini Lurtararnir og Vit.

 

Sambært Heina Gaard var Liljan Weihe til staðar á hesi undansýningini, tá Dia Midjord bað um broytingar í sendingini.

 

Hvørki Dia Midjord ella Liljan Weihe ynsktu at gera viðmerkingar til málið hendan dagin, men í Eystara Landsrætti mikudagin, varð Liljan Weihe spurd um hesa undansýningina. Fyri rættinum hevði hon eittans viðmerking:

- Hatta kenni eg absolutt einki til, svaraði Liljan Weihe, tá Christian F. Andreasen spurdi, hví ynski hjá Dia Midjord ikki var eftirlíkað.

 

Kæran um dómin móti Dia Midjord, Liljuni Weihe, Jan Lamhauge og Sveinur Tróndarsyni fyri ærumeiðing av Jørgeni Niclasen, verður viðgjørd víðari í Eystara Landsrætti týsdagin og mikudagin.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her