Hava funnið tveir persónar í sjónum

Tað seinasta nýggja úr Norðurnoregi í kvøld er, at tyrlur nú hava funnið tveir persónar í sjónum, sum eru fluttir á sjúkrahús.

 

Høvuðbjargingarsentralurin í Norðurnoregi sendi í kvøld klokkan 19.12 boð út um leiting eftir tveimum russiskum ferðamonnum, sum í dag vóru farnir ein fiskitúr í einum lítlum opnum báti. 

Báturin var funnin koppaður við botninum uppeftir stutt fyri klokkan 22 norska tíð í kvøld. Tað var ein tyrla hjá sjóverjuni, sum fann bátin nakrar fjórðingar úr landi.

Norska heimasíðan www.nordlys.no veit nú at siga, at stutt eftir varð ein persónur funnin í sjónum, sum síðan varð tikin upp og fluttur við tyrlu á sjúkrahús í Tromsø.

- Persónurin varð funnin á leiðini, har koppaði báturin eisini varð funnin, sigur kunningarleiðarin hjá Høvuðbjargingarsentralinum, Knut Haarvik.

Hann leggur aftrat, at hin saknaði maðurin varð funnin í kvøld klokkan 23 lokala tíð, og hann varð eisini funnin av tyrlu, nærindis landi.

Hvussu vorðið er hjá russisku ferðamonnunum, sum í dag vóru farnir fiskitúr í opnum báti, er í løtuni ikki greitt. Sambært www.nordlys.no hevði maðurin, sum leigaði teimum bátin, ávarað menninar um, at veðurlíkindini í dag ikki vóru nakað serlig.