Leita á in.fo

Danjal av Rana 26.09.2014 (06:32)

Hava havt fleiri fundir við løgregluna

Tað var meðan Lamya Essemlali varð avhoyrd, at tað kom fram, at Sea Shepherd og løgreglan hava havt fleiri fundir um grindadráp.

Linda Hesselberg, ákæri, vísti til ein ávísan fund, sum Lamya Essemlali og Rosie Kunneke høvdu við Schandorff Vang, hin 21. august 2014. Á hesum fundinum hevði Schandorff Vang tikið sær góða tíð til at ganga ígjøgnum grindakunngerðina við teimum báðum, og greitt teimum frá broytingunum frá 2011, sum góvu sýslumanninum rætt at áseta eitt grindaøkið. Á hesum fundinum hevði løgregla greidd teimum frá hesi ásetingini við einari sjómíl, ið er so grundleggjandi í rættarmálinum.

Linda Hesselberg vísti á, at í pappírunum, sum Sea Shepherd hevði fingið útflýggjað frá løgregluni stendur, at grindaøkið eisini umfatar havnarlagið, har grindin skal býtast. Lamya Essemlali var tó ósamd í hesum, og meinti at orðingin var ógvuliga ógreið. Tað, hon skilti, var, at avmarkingin upp á eina sjómíl einans var galdandi, meðan grindin enn var á lívi.

Linda Hesselberg vísti eisini til fleiri brøv, sum løgreglan hevur sent Sea Shepherd, har teir kunna um grindakunngerðina og politiviðtøkurnar.

Lamya Essemlali vísti á, at á sandinum gingu fólk og mólu hvønn um annan, eftir at hvalirnir vóru dripnir, og at børn leikaðu sær í vatninum.

- Tá eg síggi tílíkt, hvussu skal eg so vita, at avmarkingin ikki er strikað? Antin man hon vera galdandi fyri øll, ella fyri ongan, segði Lamya Essemlali.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her