Hava vónir um eitt betri avrik móti Ukraina leygardagin (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Ára Rouch (HSF), Teit Joensen, Hugin Brend Bech og Sjúrð Hoydal frá SportBoxini


TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr hondbóltssamrøðurnar sum vóru í SportBoxini á FM1 seinnapartin.

 

Á ljóðfíluni hoyra vit:

1) Ári Rouch (HSF) sum hevur góðar vónir um stóra tiltakið í Royal Arena í Keypmannahavn í morgin, har Føroyar fyrst spæla móti Ukraina, og Danmark spælir móti Montenegro.

2) Sjúrður Hoydal, hondbóltsfrásøgumaður hjá FM1, ið staðfestir, at um verjan fæst at rigga betri kann munurin, ið var uppá 11 mál seinast minkast munandi.

3) Teitur Joensen, spælari hjá KÍF og hondbóltsviðmerkjari, ið hevur vónir um eitt væl betri føroyskt avrik. Teitur heldur, at ofta eru eysturevropeisk lið væl lakari á útivølli enn á heimavølli.

4) Hugin Brend Bech, fjeppari ið saman við øðrum reikar fyri, at stórur uppbakningur verður til føroyska landsliðið á Royal Arena í morgin klokkan 16.45, tá Føroyar aftur skulu takast við Ukraina.

Sjúrður H. Hoydal sigur frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Ukraina á FM1.Sendingin byrjar klokkan 16 í morgin. Dysturin byrjar klokkan 16.45.