fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

08.08.2014 (12:32)

Havfrúgvin 90 ár

Landskendi havsvimjarin í Vestmanna, Maria Humme­land á Heygum, vanliga rópt Mia, fer um níti ára hvarvið í vikuskiftinum. Rættari sunnu­dagin. Hon var borin í heim hin 10. august 1924. Yngsta dóttir teirra, Háldan Haldansen úr Vestmanna og Mariu H. Haldansen, fødd Hummeland, ið var slekt­að úr Stavanger í Noreg. Í Sálmunum fáa vit at vita, at: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin renn-ur, og vit fljúgva avstað.” Onk­urs­vegna tykist Mia vera ein and­søgn til hesa bíbilsku pro­klamatiónina, tí tað kennist sum bítur tíð og aldur ikki á henni, nú hon er farin 10 ár um vanligan kempualdur. Hóast dramatisku byrjanina í lívinum, mamman doyði tá hon bert var 10 dagar gomul, so hevur hon umframt íbornu sjálvsmegina, likam­liga og sálarliga, gjørt tey røttu valini, ið hava flutt hana fram ígjøgnum tíðina sum eitt at kalla tíðarleyst feno­­men.
Vit eiga ikki nógva fjøl­skyldu í Vestmanna, hon er so langt burturi í slekt­ini, at kennskapurin hevur verið lítil. Kortini visti eg, at langomma mín í Heið­un­um, Kristina, slektað av Oyrar­eingjum, og kona mikla framtaksmannin Ólav bónda á Heygum, ið bar sama navnið, Kristina, vóru systk­ina­­børn. Annars kendi man bara so hissini javn­aldrar­nar í hesi bygdini, frá hond­bólts­dystum á Kongsteigum, á gamla vøllinum omanfyri skúlan, og øvut á vøllinum í Heimistovubønum omanfyri skúlan á Glyvrum. Um hesa tíðina fyri 42 árum síðani hendi so tað, at eg á fyrsta sinni umframt mangar aðrar ungdómar úr øllum Føroyum hitti ein vestmenning í tún­inum í Hoydølum, har bráð­pannan í gymnasialari kenslu var og er. Bjørn á Heyg­um var komin alla ta longu leiðina í Hoydalar á prutli, eg á sama hátt innan av Skálafjørðinum við mjólk­ar­bátinum, og soleiðis flætt­aðust okkara lív saman í ein lívs­langan vinskap, har vit at kalla hava verið sum húsfólk hjá hvørjum øðrum. Eitt hálvt ár í ófrælsinum á Kostdeildini var ikki okkara koppur av te, og haðani fluttu vit oman í nakrar kjall­ara­klivar undir Varða, har vit seinri komu at búgva í tí sum mest av øllum líktist ein­um kollek­tivi, saman við floks­feløgunum Ásmundi Guðjóns­syni og Sámali Ravns­fjall.
Soleiðis kom eg at kenna havfrúnna úr Vestmanna - Miu. Haldi meg ikki gera ov nógv av, tá eg sigi, at eisini vit bæði við tíðini gjørdust vinfólk, og tað hevur altíð verið fragd og sálarkveiking at hitt hesa óvanliga frynt­ligu madammuna á máli, í høvuðsstaðnum ella í hugna­liga heimi hennara í Vest­manna, har ból eisini hevur verið reitt okkum, tá eitt­hvørt hevur verið á vási har norðuri.
Hóast skakandi lívsbyrj­anina sum móðurloysingur eftir tíggju sólarringar, vann hon seg væl fram. Seinra kona abba hennara, Marin Elisabeth Hummeland, inni á Fitjum í Vestmanna, tók hana til fosturs. Morbróðurin Gunnar Hummeland var eis­ini í húsinum, og sigast kann sostatt, at hon vaks upp inni á Fitjum.
Eftir skúlagongdina í heimbygdini, sum tá í tíðini var vanligi fólkaskúlin, tókst hon við ymisk fyrifallandi arbeiði. Eitt nú ansaði hon børnum, var í fiskaarbeiði og eisini var hon ekspeditrica í handli. Sum tannáringur, undir seinru heimsstyrjøldini, fer hon til Tórshavnar á húsar­haldsskúla. Fastir mín Jenny, sum var gift við Chr. Eli Lamhauge og mostir mín Petra, gift við gamla út­varps­stjóranum Niels Juel Arge, gingu á hesum sama skeiði, soleiðis komu tær eisini at berast við hvørja aðra, komnar úr hvør sínum heraðs­horni í Føroy­um. Tað sum eftir var av stríðs­árunum var hon arbeiðs­genta – í húsi, sum tað eisini róptist - hjá kenda apotek­ar­an­um Juul.
Eftir kríggið vendir hon heimaftur, og somikið hevði hon sogið í seg av royndum hesi árini í høvuðsstaðnum, og so dygt var viðførið, at hon átók sær at standa fyri Klædnabúðini, krambúðini hjá Jóhan Jacobsen, tann seinri so kendi útgerðar­mað­urin á fyrsta hekku­tog­aranum í Føroyum, Kap Farvel. Hon gavst í hesum starvi í 1953, árið, sum í allar mátar gerst eitt markamót í lívi hennara. Hon hevði hitt og lagt ástir saman við bygdarmannin Brynjolf á Heygum. Sonur Ólav bónda. Brynjolfur var ikki hvør sum helst, originalur í hini mest positivu merkingini, ein karismat­isk persónligheit, sum vestmenningar tíðum taka til, tí hann var stór­skemt­ari, sjónleikari av Guðs góðu náði, og dugdi sum ongin at vinkla sínar dags­­aktu­ellu viðmerkingar á ein slíkan hátt, at tær bitu seg fastar hjá honum, sum sat undir. Tað sæst aftur í kálvføðingini, eitt nú skal Katrin Thomassen hava sagt, at Bjørn var tann næm­ingurin av øllum, hon hevði frálært, sum hevði tað skil­vísastu søgufatanina. Vest­menningar siga, at stundum fekk Mia ikki døgverðapottin á køksborðið, tí at Brynjolfur brúkti bestikk og borðiskar til tað at sjónliggera fyri soninum, hvussu herliðini stóðu andvegis hvørjum øðrum á hermótunum undir eitt nú seinra heimsstríði, ein innlæring í strategiskan og eisini taktiskan militeran hugsanarhátt. Umframt alt hetta hevði hann egið virki í Vestmanna.
Í Vestmanna er hundurin hjá Brynjolfi, Bibs róptur, líka legendariskur sum kendu hundarnir í klassisku bók­­mentunum. Søgurnar eru ótaldar um hann, og ein av nógvum er um ta ferðina Bjørn við nýfingnum koyri­korti, við Akseli Dahl-Olsen sum fyrstahonds vitni, í einum samanstoyti við eina trivaliga geldær hevði skam­ferað bilin hjá pápanum til ókenniligheit. Spurnir gingu vestmenningar á Brynjolf fyri at frætta, hvussu illa akfarið var farið, og fyri at fáa hansara niðurstøðu um málið at vita. Han gav seg til endans og segði teimum, at umframt sundursorlaða bilin var sjálv nummarplátan so illa farin, at sjálvt Bibs megnaði ikki at lesa seg fram til, um vrakið var hansara gamli bilur ella ikki.
Mia og Brynjolfur giftust í 1953. Árið eftir fáa tey hin frumborna sonin, ið tey róptu Bjørn. Tey flestu vita um hann at siga, hann er ein av fáum akademikarum í land­inum, sum hættir sær at hava eina almenna meining um viðkvom samfelagslig mál. Seks ár seinri fær hann eina systir, Rúnu, sum síðani gjørdist ein tann størsti song­fuglurin í landinum. Røddin í sanginum “Á Ferð í Dreymalandi” á legendarisku LP-plátuni hjá Terja og Føstu­fressum er hennara. Stemm­an rúmar øllum hinum musi­ska universinum og kenslu­spælinum, og ongin hevði kunnað sungið hendan frá­bæra sangin betri enn Rúna. Hon hevur ikki stungið høvdið so langt fram sum onkur annar, men talentið og poten­tialið er øgiligt. Hevði rokk­ið hægstu tindar um amb­i­tión­irnar vóru til júst tað.
Føðingardagsbarnið er lands­kend sum svimjari, sum hav­svimjari. Hon hevur svomið hvønn einasta dag, tað hevur viðrað bara so nøku­lunda, síðani 26. februar 1961. Meini at hon segði mær, at eitthvørt órógv í húð­ini var orsøkin til, at ein komm­unulækni hevði givið henni ráðini at svimja í sjógvi, og hetta var heilivágur við lít. Hon svimur við sama lag, líka íðin, og er í grundini íspinnarin og katalysatorurin til tað landsumfatandi bran­dið, har annað hvørt menn­iskja dagliga stoytir seg útav brúgvum, lendingum og seiða­bergum. Í frálíku doku­mentar-kykmyndini, sum hin evnaríki ommusonurin Heiðrikur gevur snikkað til um ommuna og svimjingina, er hon forævigað sum slóðari á hesum øki.
Nú kundi man hugsað at ein einsamallur havsvimjari í meiri enn hálva øld, var so individualiseraður, at hann ikki skoytti øðrum ein tanka. Mia hugsar øðrvísi. Hon var við til at stovna Vest­manna Svimjifelag mið­skeiðis í seksti-árunum í hinari øldini, og stóð fyri og skipaði svimjingina hjá vest­mannabørnum um kvøld­ar­nar í samfull fýrati ár. Tá børnini meiri ella minni vóru komin undan, vendi Mia aftur til arbeiðsmarknaðin. Í seinru helvt av sjeytiárunum fór hon til verka á Vestmanna Fiskavirki, og har var hon haðartil bygdarinnar virki, sum so mangt annað kring landið alt, bráðsteðgaði av stóru búskaparkreppuni fyrst í nítiárunum. Sam­stund­is hevur hon verið sera virkin í felagslívinum í Vest­manna og luttikið í yms­um skeiðsvirksemi og felags­tiltøkum, tá høvi hevur verið til tað.
Hennara innara megi er dyggari enn hjá teimum flestu, men ivaleyst er vilj­in, treiskni og hugurin til dag­ligu havsvimjingina eisini ein orsøkin til, at visti tú ikki betri, so metti tú hana í hvussu er at vera heilt væl yngri enn hagtølini siga tær. Umframt havfrúgvalívið gong­ur hon íðin langar túrar í natúruni, sum geva henni ein væl yngri motorikk enn hjá teimum flestu, ið røkka 90-ára hvarvinum.
Fjølskylda hennnara sigur, at Maria Hummeland á Heygum heldur sín 90 ára føðingardag í nýggja missi­ónshúsinum í Vestmanna leygar­dagin hin 9. august. Tey sum ynskja at heilsa uppá Mariu á 90 ára føðingar­degi hennara eru vælkomin at hitta hana í nýggja missións­húsinum ímillum kl. 16:00 – 20:00.
Sjálvur fari eg við hesum fáu og fátæku orðum at ynskja Miu hjartaliga til lukku við teimum níti árun­um, og hóast sólin er komin nakað vest­ur­um á himmal­loftinum, ein dygg­an gerandis­dag í tíðini fram­eftir, í sama tempo og vigøri sjálvandi. Tað hevur verið ein framíhjárættur at kent tyg­um øll hesi árini, tað flógva lyndið, opna sinnið og breiði favnurin, sum rúmaði øllum sum komu um tínar ræsur, hava verið mongum til fyrimunar og ugga.
----
tórbjørn jacobsen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her