fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 01.09.2014 (20:34)

Havi aldrin sæð hval fyrr

Eins og hini Sea Shepherd fólkini, so játtaði hesin, at hann hevði verið á sandinum og úti í vatninum leygardagin. Hann hevði tikið myndir og kykmyndir, segði hann, av fólkum og bátum og hvalum.

 

Ákærin vildi vita, um tað var nakað serligt við hesi hending, sum gjørdi, at hann var farin oman á sandin.

- Eg havi ongantíð sæð hval fyrr, var svarið.

 

Lítið nýtt var at frætta, tá umboðini hjá Sea Shepherd vóru avhoyrd í rættinum. Tey eru øll sjálvboðin og ólønt, siga tey. Tey løgdu øll dent á, at tey ikki eru limir í Sea Shepherd, men at tey stuðla felagsskapinum, og at tað er orsøkin til, at tey eru í Føroyum í summar. Tey vóru á sandinum fyri at taka myndir, og vísa umheiminum, hvat føroyingar gera við hvalirnar.

 

Klæðini, sum tey ganga í, við Sea Shepherd og Grindstop búmerkjum, hava tey sjálv goldið fyri, siga tey.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her