Leita á in.fo

Hallur av Rana 03.09.2015 (15:15)

- Havi ikki vrakað eina fullveldissamgongu

- Eg havi ikki vrakað eina fullveldissamgongu. Teir komu her í síðstu løtu í morgun, og søgdu at teir fóru at peika á meg sum samráðingarleiðara, men teir nevndu einki um nakra fullveldissamgongu.


Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, nú Fólkaflokkurin vil vera við, at Tjóðveldi hevur vrakað teirra tilboðið um at skipa eina fullveldissamgongu.


Sambært formanninum í Tjóðveldi, so ætlar flokkurin at virða tað, ið hann segði áðrenn og aftaná valið, um at núverandi andstøða skal samráðast um eina nýggja stjórn.


- Vit haldi okkara avtalur. Tað merkir ikki, at vit vraka eina fullveldissamgongu, men at vit standa við tær avtalur, ið vit hava gjørt. Vit søgdu áðrenn og aftaná valið, at vit mettu at andstøðan var besta boðið upp á eina nýggj samgongu, og tað er tað, ið vit samráðast um nú.


- Tað at somu flokkar, ið fóru við Sambandsflokkinum til Danmarkar at bidda pengar, nú ynskja eina fullveldissamgongu, er reint politiskt spunasmið. Um teir veruliga menti nakað við fullveldisspurningin, so kundi teir hava gjørt nakað við tað fyrr. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her