fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 8.3m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakkstein 03.10.1997 (16:17)

Heðin á Lakjuni á A-landsliðið

Tað var ein fegin Heðin á Lakjuni, sum hóskvøldið tók ímóti telefonboðum frá Allani Simonsen, landsliðsvenjara. Gjøgnum FSF-skrivstovuna lat landsliðvenjarin Heðin frætta, at hann var tikin út til A-landsliðið í fótbólti fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Henning Jarnskor varð noyddur at geva avboð vegna skaða, og tí eru boð nú eftir Heðini.

Heðin á Lakjuni spælir í KÍ, og seinastu tvey árini hevur hann verið millum bestu spælararnar í felagnum.

Fyri tveimum vikum síðani gjørdi Heðin rættiliga vart við seg, tá hann skoraði fimm mál í dystinum móti ÍF. Bæði undan og eftir tann dystin hevur hann spælt sera væl, og lønin hann nú fær, er eitt pláss í A-landsliðshópinum, sum skal spæla móti Spania leygardagin 11. september.

Fyrr í ár var Heðin í Herfølge og royndi seg, og hann hevur ætlanir um at fara uttanlands aftur fyri at royna síni fótbóltsevni.

Skjóti framherjin á KÍ-liðnum er bert 19 ára gamal, og hann hevur áður verið við á U-18 landsliðnum. Nú fær hann kjansin á A-landsliðnum, hóast hann ikki kann rokna við at sleppa spæla hesaferð.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her