fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.4m/s

Leita á in.fo

J 04.01.2002 (14:51)

Heðin aftur til Klaksvíkar

Fótbóltur

Fríggjadagsblað okkara var ikki meira enn farið til prentingar, táá heimasíðu sínari, ww.ki-klaksvik.fo, skrivaði, at Heðin á Lakjuni aftur verður í Klaksvík komandi kappingarár.

Stutt undan jólum segði Heðin á Lakjuni í viðtali við Sosialin, at hann hevði tilboð frá tveimum føroyskum feløgum, og gitt varð tá, at hesi vóru KÍ og B36.

Nú hevur longu tvífaldi føroyameistarin so tikið avgerð um, at tað verður í Klaksvík, at fótbóltsskógvarnir skulu slítast komandi árið.

Tað hevur annars verið upp á tal, at Heðin skuldi flyta til Danmarkar at búgva, men hann hevur tó gjørt av at taka í øllum førum eitt ár afturat í Føroyum.

Tekur skap
Tað skerst ikki burtur, at KÍ við hesum hevur fingið enn ein týdningarmiklan brikk í fótbóltsputlispælinum hjá Kurt Mørkøre. Framman undan er longu greitt, at Allan Mørkøre kemur norður til barndómsfelagið, eins og bæði útlendski Alexander Djordjevic og evnaríki Hjalgrím Elttør hava gjørt av at halda fram í felagnum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her