fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 18.10.2004 (12:32)

Heðin aftur til Klaksvíkar

FYRIREIKING

Heðin á Lakjuni fer næsta ár aftur at spæla við barndómsfelagnum. Á móttøkuni, sum HB skipaði fyri í Norðurlandahúsinum sunnudagin, varð boðað frá, at klaksvíkingurin ikki verður í HB næsta ár. HB takkaði honum fyri árið og góða íkastið, sum hann hevur verið til stóru sigrarnar, og samstundis ynsktu teir honum góða eydnu.
Tað hevur ljóðað eina tíð, at Heðin aftur skuldi til Klaksvíkar, og tað váttar Heðin á Lakjuni, at hann skal:
- Vit flyta norður aftur at búgva. Eg havi havt nøkur sera góð ár í høvuðsstaðnum, og nú gleði eg meg til aftur at spæla við . Eg veit ikki, hvussu nógvan styrk felagið fer at fáa, men mín fatan er, at teir arbeiða miðvíst við hesum, so tað sær spennandi út.
Heðin á Lakjuni hevur spælt fótbólt í havnarfeløgunum í trý ár, og úrtøkan hevur verið framúr stór. Í 2001 vann hann FM og steypakappingina við B36. Í 2003 vann hann steypakappingina og silvur í landskappingini við B36, og í ár hevur hann vunnið bæði FM og landskappingina við HB.

Atli verður í Klaksvík
Gestur Hovgaard, formaður í , fegnast sjálvandi um, at Heðin á Lakjuni aftur er komin til Klaksvíkar, har hann eisini var í 2002.
- Heðin hevur ikki minst í ár víst, at hann er ein góður spælari. Í síðstu viku var hann aftur á landsliðnum, og tað var ikki annað enn rímuligt, at hann aftur fekk tann møguleikan, tí hann hevur verið stinnur á HB liðnum.
Gestur Hovgaard undirstrikar staðiliga, at Atli Danielsen fer ongan veg.
- Áhugin fyri fótbólti her norðuri er rættuliga stórur. Eg verði aftur og aftur biðin um viðmerkingar til tíðindi um, at Atli skal flyta til Havnar at spæla. Eg kann bara staðfesta, at vit hava sáttmála við Atla næsta ár, og harvið verður tað.
Hvussu verður tað við venjaranum?
- Vit gjørdu trý ára sáttmála við Ove Flindt-Bjerg í fjør. Møguleiki var hjá báðum pørtum at siga sáttmálan upp, tá ið hetta árið var farið, men tað hevur hvørgin parturin gjørt. Ove Flindt-Bjerg verður tískil venjari hjá okkum næsta ár, sigur Gestur Hovgaard..
formaðurin vil ikki gera viðmerkingar til søgur, sum hoyrast um aðrar spælarar, ið skulu vera á veg til Klaksvíkar.
Tað hevur annars ljóðað, at Rúni Elttør, sum í ár hevur spælt við ÍF og í fjør var í B36, aftur skal spæla við , og at Hjalgrím Elttør eisini skuldi flyta úr Fremad Amager og til barndómsfelagið. Í síðstu viku visti Dimmalætting at siga, at Hjalgrím hevur fingið tilboð frá Fremad Amager um nýggjan sáttmála. Sáttmálaskeiðið hjá Hjalgrími í Fremad Amager verður liðugt á nýggjárinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her