fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.4m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.09.2015 (12:29)

Heðin Mortensen sleppur at hava tvey størv

Tað er nú greitt, at Heðin Mortenen, sleppur at halda fram sum borgarstjóri í Havnini, hóast hann eisini er valdur á Føroya Løgting.

 

Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt nú á miðdegi.

 

Tá ið borgarstjóri sum er settur fulla tíð, verður valdur á løgting, skal hann leggja øll onnur almenn álitisstørv frá sær.

 

Men Býráðið kann kortini samtykkja at geva einum borgarstjóra loyvi til at halda fram sum borgarstjóri í fulla tíð, hóast hann er valdur í Løgtingið.

 

Og nú hevur Heðin Mortensen heitt á býráðið um at samtykkja, at hann kann røkjastarvið sum løgtingslimur umframt hann er borgarstjóri í fulla tíð, og tað samtykti ein meiriluti av býráðnum nú á miðdegi.

 

Heðin Mortensen sigur, at tá ið hann stillaði upp til løgtingsvalið, gjørdi hann greitt, at hann fer ikki at  leggja frá sær sum borgarstjóri, skuldi hann verðið valdur á ting.

 

- Eg bað um undirtøku frá veljarunum til a røkja bøði størvini, og ta undirtøkuna fekk eg, sigur hann.

 

Hann vildi kortini ikki vera við, tá ið býráðið viðgjørdi málið um at loyva honum at røkja bæði størvini, tí hann metti seg at vera óegnigan. Tí var varmaðurin, Rúni Djurhuus boðsendur at taka sæti í býráðnum fyri Heðin Mortensen.

 

Øll sjey í Javnaðarflokkinum atkvøddu fyri at loyva borgarstjóranum at røkja bæði størvini. Tey trý umboðini fyri Tjóðveldi atkvøddu ímóti og tey bæði í Fólkaflokkinum atkvøddu blankt. Tann trettandi býráðslimurin, Annfinn Brekkstein, var ikki á fundi.

 

Tey í Tjóðveldi halda, at tað er ríkiligt at vera borgarstjóri burtur av, serliga nú kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið.

 

Tey í Javnaðarflokkinum halda hinvegin, at veljarin hevur talað og at tað ber væl til at røkja bæði størvini.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her