fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.2m/s

Leita á in.fo

Jákup Mørk 29.12.2003 (11:39)

Heðin spælir nú í HB

fótbóltur

Tollaksmessudag stóð greitt, at HB hevur ognað sær enn ein leikara til frammanundan sterka leikarahópin komandi ár
Hesa ferð var tað Heðin á Lakjuni, sum setti sína undirskrift á pappírið, og einki er at ivast í, at tey í HB eru fegin um nýggja leikaran. Seinnu árini hevur Heðin verið ein av avgjørt vandamestu leikarunum í føroysku fótbóltskappingini, og eitt nú mundi hann vera ein hin mest týðandi leikarin á B36-liðnum, sum í 2001 vann greipuna. í 2002 var hann aftur í KÍ, men eitt beinbrot hetta árið gjørdi sítt til, at tað kappingarárið ikki gjørdist tað besta hjá klaksvíkinginum. Í ár var hann aftur í B36, og tó at tað so ikki gjørdist til nakra endurtøku av greipuni, so var hann fastur fúsus á liðnum, sum vann Løgmanssteypið og silvur í landskappingini, og tí er einki at siga til, um tey í B36 iðra seg um, at hava mist enn ein leikara til grannarnar úr HB.
Steinfinnur Mittelstein, formaður í HB, segði eftir skiftið, at hann nú metti, at felagið var um at hava allan leikarahópin kláran til komandi árið.
- Tað er í øllum førum soleiðis, at vit ikki longur beinleiðis eru eftir nøkrum ávísum leikara. Hinvegin fylgja vit sjálvandi við, hvat rørir seg í ymsu feløgunum kring landið, segði hann í telefonini tollaksmessudag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her