fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

Heiðrikur á Heygum vann bæði áskoðara- og Geyta-virðislønina

Mortan Østerø 11.12.2014 (21:30)

Heiðrikur tók alt

Ikki kann sigast annað, enn at Heiðrikur á Heygum fekk í bæði posa og sekk á føroyska filmskvøldinum, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum í kvøld, tí hann vann báðar virðislønirnar, sum vóru at vinna.

 

Tá ið freistin at senda inn filmar til dómsnevndina fyri Geytan varð farin, vórðu tað 16 uppskot komin inn. Av hesum sluppu 10 filmar við til sjálvt filmstiltakið, sum var í Norðurlandahúsinum í kvøld við Finni Koba sum verti.

 

Eftir at allir 10 filmarnir vórðu sýndir, skuldu áskoðarnir greiða eina atkvøðu til tann filmin, ið teimum dámdu best. Tað gjørdist ræðufilmurin hjá Heiðrikki á Heygum, Skuld, sum fekk hendan heiðurin, og handaði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, áskoðaravirðislønina á 15.000 krónur til Christu Reynheim, sum tók ímóti vegna Heiðrik.


Síðani skuldi stóra virðislønin, Geytin, handast av dómsnevndini. Hesi høvdu sett sær fyri, at serliga hyggja at trimum tingum; heildarsøguni, frásøgusnildunum og teknisku dygdini.

 

Tá ið Birgir Kruse, formaður í dómsnevndini, skuldi nevna navnið á vinnaranum, ið sær 25.000 krónur, umframt eina Geyta-standmynd, var vinnarin enn einaferð Heiðrikkur á Heygum.

Í grundgevingini hjá Birgir Kruse, fekk søgan rós fyri at velja nærløgd temu og baksøgur fyri leikararnar, og serliga høvuðssjónleikarakvinnan, Sofía Nolsøe Mikkelsen, fekk rós fyri sannførandi framførslu.

 

Sjálvur var Heiðrikur á Heygum ikki til staðar, nú hann annars streyk avstað við øllum heiðrinum í kvøld, men í hansara stað tók Christa Reynheim tók ímóti virðislønum og Geyta-standmynd. Tá ið Christa á øðrum sinnið fór upp á gólv at taka í móti, rópti hon einans sjey ára gamla Janus, sum spælir drongin í filminum hjá Heiðrikki. Janus fekk blómutyssi við sær heim.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her