fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 01.01.2014 (11:49)

Heimstaðurin heiðraði Hanusi G. Johansen

Fyri fyrstu ferð skipaði Klaksvíkar kommuna fyri nýggjárshaldi í miðbýnum. Ætlanin var, at haldið skuldi verða uttan fyri Posthúsið, men orsaka av ólagaliga veðrinum, varð avgjørt at flyta haldið inn á Posthúsið.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handaði mentanarvirðisløn, sum ætlanin er at handa um hesa tíðina á hvørjum ári. Heitið er Listavirðisløn Nólsoyar Páls.

 

Fyrsta heiðurslønin varð handað vísusangaranum Hanusi G. Johansen, sum er ættaður úr Klaksvík, og sum miðskeiðis í seksti árunum í heimbýnum fór undir virksemið, sum seinni bar yrkisleiðina sum vísusangari við sær.

 

Umframt heiðursbræv handaði borgarstjórin Hanusi G. Johansen ein kekk áljóðandi 75 túsund krónur. Borgarstjórin segði, at sømdargávan er latin av kommununi og sterka vinnulívinum í býnum.

 

Í nevndini, sum hevur gjørt av, at Hanus G. Johansen skuldi vera tann fyrsti at fáa Listavirðisløn Nólsoyar Páls, vóru Archibald Black, listamaður, Oliver Joensen, blaðstjóri, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 

TRÝST HER fyri at síggja fleiri myndir, sum Dávur Winther tók í gjárkvøldið

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her