fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.4m/s

Leita á in.fo

10.08.2013 (20:35)

Helgi hevur vunnið GM norm

Tað hevur ikki verið serligt fokus á tí, men í hesi vikuni hevur føroyskur telvari arbeitt nógv og miðvíst fyri at røkka upp um fyrstu gáttina á leiðini at gerast stórmeistari, og í dag eydnaðist tað.

 

Helgi Dam Ziska er Føroya besti telvari nakrantíð. Og í dag hevur hann av álvara skrivað føroyska talvsøgu. Tað gjørdi hann í talvkapping í letlendska høvuðsstaðnum Riga, tá ið hann í næstsíðsta umfarinum tryggjaði sær fyrsta GM normin. Eingin føroyingur hevur nakrantíð áður vunnið ein stórmeistaranorm.

Eftir átta umfør hevur Helgi Dam Ziska vunnið 5,5 stig. Hann hevur vunnið trý talv og í fimm førum hevur tað verið javnt. Í seks førum hevur mótstøðan verið stórmeistarar. Síðsta talvið verður í morgin. Tá er aftur ein stórmeistari á skránni. Uttan mun til hvussu tað gongur í morgin, so hevur Helgi Dam Ziska tryggjað sær fyrsta GM normin.

 

Fyri at gerast GM er neyðugt av vinna tríggjar GM normar.

 

Helgi Dam Ziska, sum lesur í Skotlandi, fegnast yvir avrikið í Riga. Hann sigur, at næstu ferð, hann fer at hava møguleikan at stríðast fyri GM normi, verður í kapping í Íslandi í oktober.

Í dag hevur Helgi skrivað føroyska talvsøgu, og vit fegnast yvir stóra bragdið!


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her