fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.4m/s

Leita á in.fo

Mynd: (Knút Olsen) Finnbogi Arge(t.v) og Milan Cimburovic

Tróndur Arge 09.08.2015 (12:00)

Her er nýggi venjarin hjá HB

Milan Cimburovic verður nýggjur fyribilsvenjari hjá HB. Hann hevur verið høvðusungdómsvenjari í felagnum seinnu árini. Finnbogi Arge, formaður í HB, váttar tíðindini fyri in.fo.

 

Les eisini: Heðin leggur frá sær

 

- Vit hava sett Milan Cimburovic sum fyribils venjara hetta árið. Vit meta, at tað er av stórum týdningi, at hann kennir spælararnar og felagið frammanundan. Vit síggja tað sum ein møguleika fyri eini varandi loysn, sigur Finnbogi Arge.

 

Longri samrøða við Finnboga Arge verður í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøtuna mánadagin

 

Í HB hava tey eitt ynski um, at Jan Dam eisini verður knýttur at venjaratoyminum.

 

- Vit hava eitt ynki um at fáa Jan Dam at hjálpa til eisini. So vit fara at heita á hann. Vit leita eftir loysnini inni í felagnum, staðfestur Finnbogi Arge.

 

Finnbogi er harmur um, at Heðin Askham legði frá sær.

 

- Vit hava alt gott at bera honum. Vit ynskja stabilitet í felagnum og tí bleiv hann settur við einum trý ára sáttmála, men tú veist onagntíð í fótbólti. Heðin hevur verið óheppin við serliga skaðum í hópinum og tað hevur gjørt arbeiðis umstøðurnar hjá honum verri. Vit ásanna, at slíkar støður kunnu slíta upp á ein venjari. Vit ynskja honum alt besta í framtíðin, sigur Finnbogi Arge at enda.

 

Milan Cimburovic er serbi og kom til Føroyar í 1997. Hann hevur umboðað Royn, NSÍ og TB sum spælari. Sum venjari hevur hann umboðað Royn, NSÍ, Sumba, TB, B36 og nú HB.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her