Leita á in.fo

04.08.2014 (08:11)

Hesi bæði eru ímóti grindadrápi

Hóast hann ikki stuðlar Sea Shepherd og teirra framferðarhátti, so er Ingi Sørensen ein av teimum fáu føroyingum, sum hart og týðuliga hevur gjørt greitt, at hann er ímóti grindadrápi.

 

Tá Pamela Anderson vitjaði her um vikuskiftið, var Ingi Sørensen millum teir hepnu føroyingar, sum sluppu at hitta gitna sjónleikaran, Pamelu Anderson. Hon er serliga kend fyri leiklut sín úr Baywatch røðini. Men hon er eisini kend sum model, og hevur hon eggjað monnum ikki færri enn 14 ferðir á forsíðuni á gitna amerikanska pornoblaðnum, Playboy.

 

 

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her