Leita á in.fo

Danjal av Rana 02.09.2015 (00:12)

Hesi fullu

10 nýggj andlit mynda løgtingið framyvir, og tað merkir so, at nøkur ikki sleppa upp í part longur.

 

Alfred Olsen, Gerhard Lognberg, Bjørt Samuelsen, Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen, Hanus Samró, Rósa Samuelsen og Janus Rein fullu, meðan Bjarni Djurholm og Gunnvør Balle ikki stillaðu upp aftur.

 

Umframt tey, so stillaði Johan Dahl ikki upp, meðan Karsten Hansen ikki er valdur inn á ting.

 

Ongin fastur varamaður frá farna tingskeiði hevur megnað at vunnið seg inn á ting aftur. Teir vóru Eivin Jacobsen, Reimund Langgaard, Jóna Mortensen, Rodmundur Nielsen, Brandur Sandoy og Joen Magnus Rasmussen.

 

Jógvan Skorheim og Hanna Jensen hava sitið á tingi farnu tingsetu sum varalimir av og á, og vunnu seg inn á ting hesaferð.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her