Í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni millum Javnnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn er listi við málum, sum eru so átrokandi, at tey skulu loysast alt fyri eitt.
Tíðindafundur er í løgtinginum nú, har samgonguskjalið er undirskrivað og har teir tríggir flokkarnir leggja fram samgonguskjalið. Og har verður millum annað sagt soleiðis:
– Vit ásanna, at stór og átrokandi mál skulu loysast í føroyska samfelagnum. Tí fara vit alt fyri eitt undir hesar høvuðsavbjóðingar
· At seta í verk eina nýskipan av fiskivinnuni
· At fremja broytingar í skattapolitikkinum, so lág- og miðallønt fáa ein skattalætta
· At geva fólkinum hvi at samtykkja sína egnu stjórnarskipan á fólkaatkvøðu, at fastfrysta ríkisveitingina og taka mál á føroyskar hendur
· At taka avbjóðingina við aldurs- og kynssamansetingini í álvara við øiløgum í ungdóm, útbúgving, mentan og barnafamiljur.
· At tryggja langtíðarhaldføran búskap við m. a. búskapargrunni og konjukturjavnandi fíggjarpolitikki.
· At seta í verk menningarætlan fyri heilsuverkið, sum tryggjar viðgertðir og tænastur á nútímans støði.
· At gera nýggja pensjónsskipan, sum skal stryggja øllum góða pensjón og samstundis rætta teir ójavnar og haldføristrupulleiikar, sum komu í við foyrskattingini av pensjónum.
· At gera íløgur í grøna orku, so Føroyar kunnu gerast sjálvveitandi við varandi orku.