Hesi vilja sleppa á fólkating fyri Javnaðarflokkin

Javnaðarflokkurin hevur allar kanónirnar á listanum til fólkatingsvalið - og eisini nøkur afturat

Javnaðarflokkurin er fyrsti flokkurin at kunngera listan við valevnum til fólkatingsvalið, sum verður 5. funi. Flokkurin hevur gjørt av at silla 15 valevni upp. Og tað eru allar topp-politikararnir í flokkinum, sum stilla upp, tað við siga, allir løgtingslimirnir, og øll landsstýrisfólkini - og so sjálvsagt eisini verandi fólkatingsmaður fyri flokkin, Sjúrður Skaale.

Men so eru eisini nøkur valevni afturat, sum ikki eru beinleiðis uppi í politikki í dag, men har onkur av teimum í hvussu so er,  eisini fara at stilla upp til løgtingsvalið, sum verður seinni í summar.

Tey 15 valevnini, sum stilla upp fyri Javnaðarflokkin, eru:

 1. Aksel Vilhelmson Johannesen

2. Barbara Gaardlykke Apol

3. Bjarni Hammer
4. Djóni Nolsøe Joensen

5. Eyðgunn Samuelsen
6. Finnbjørn Vang
7. Gunnvá Tróndardóttir Joensen

8. Heðin Mortensen
9. Helena Dam á Neystabø
10. Henrik James Frits Old
11. Jónleif Johannesen
12. Kristianna Winther Poulsen

13. Marita Klein Joensen
14. Rigmor Dam
15. Sjúrður Skaale