H71 er steypavinnari

Steypaliðið av øllum, StÍF, argaði í 45 minuttir, men hoyvíkingar vístu seg at vera drúgvari.


Høllin á Hálsi var sum vera man stúgvandi full, tá ið steypaliðið av øllum, StÍF, seinnapartin brast saman við oddaliðið í landskappingini, H71, í Faxe Kondi-steypafinaluni hjá monnum.


Dysturin byrjaði við nógvari ferð og málini rapaðu inn. H71 hevði fyri tað mesta eina lítla leiðslu, men StÍF lat teir ongantíð fáa eitt glopp, og hetta kom at geva úrslit seinna í fyrra hálvleiki.


StÍF ressaðist nevniliga mannliga síðstu løtuna og kom á odda 14-11, men so svaraði H71 aftur við trimum skjótum málum, soleiðis at støðan í hálvleikssteðginum var javnleikur 14-14.


Í seinna hálvleiki byrjaði StÍF betur. Levi Nybo stóð væl í málinum, og samstundis sum strandingar fingu mál í hinum endanum, so megnaði StÍF aftur at vinna seg trý mál framum – 19-16.


Miðskeiðis í seinna hálvleiki mátti StÍF rinda prísin fyri at nýta so at siga somu menn allan dystin. Teir tóktist ógvuliga troyttir, álopsspælið steðgaði upp og orkufyltu hoyíkingarnir struku avstað.


StÍF var ikki til at kenna aftur hesa løtuna. H71-verjan stóð væl, og tað sama gjørdi málverjin, Ári E. Dam. Strandingar leitaðu og leitaðu, men funnu ikki mótsvar til at H71 nú var komið í gongd.


Ein kúgvend, og løtu seinni var H71 á odda heili 26-20. StÍF royndi at svara aftur við álopskendari verju og yvirtalsspæli, men tað var ov seint – H71 vísti seg at vera drúgvari og vann at enda 28-25.


Allan Norðberg spældi ein branddyst fyri StÍF á høgra vongi og gjørdist toppskjútti í finaluni við níggju málum. Toppskjúttar hjá steypavinnarunum vóru Jónas G. Djurhuus og Hilmar Leon Jakobsen við sjey málum í part.


Málskjúttar:


H71:

Jónas G. Djurhuus 7 (2), Hilmar Leon Jakobsen 7, Peter Krogh 6, Pætur Thomsen 5, Helgi H. Hoydal 3


StÍF:

Allan Norðberg 9, Kjartan Johansen 5 (4), Sveinur Justinussen 5 (2), Pætur Johansen 4, Borgar M. Persson 1, Jógvan G. Joensen 1


Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá finaluni, kann lesast niðanfyri:


Liðugt: 28-25 til H71. Hoyíkingar vóru drúgvari og eru nú steypavinnarar. Grein við málskjúttum og fleiri myndum verður tøk um eitt bil.


57min.: 26-22 til H71. StÍF hevur havt time-out og hevur fingið pyntað um úrslitið, men alt bendir á, at tað er ov seint.


53min.: 25-20 til H71. Sveinur Justinussen roynir at draga lessið hjá einum troyttum StÍF-liði, men Ári E. Dam stendur væl og í hinum endanum skorar H71. Steypagull er ávegis til Hoyvíkar.


48min.: 22-19 til H71. Nú steðgaði upp hjá strandingum, ið tykjast vera troyttir. H71 koyrir á í hinum endanum og hevur nú vunnið sær eina trý máls leiðslu.


45min.: 19-19. Peter Krogh langar bóltin í netið. Nú er aftur javnt og StÍF biður um time-out.


44min.: 18-19 til StÍF. H71 svarar aftur. Helgi H. Hoydal misnýtir fríleypara til at javna. Tað er tætt og spennandi, og menn eru heitir.


42min.: 16-19 til StÍF. Peter Krogh útvísing. Framúr StÍF-spæl í yvirtali, men Ári E. Dam við góðari bjarging.


39min.: 15-18 til StÍF. Allan Norðberg er flúgvandi. Hann hevur nú skotið sjey mál. H71 tekur time-out.


36min.: 14-16 til StÍF. Helgi H. Hoydal hevur uppbrúkt sína kvotu av kjaftasliti og fær tveir minuttir. Steypaliðið av Strondum er við at revsa hoyvíkingar, sum ikki hava høvdið skrúvað rætt á í løtuni.


33min.: 14-15 til StÍF. Levi Nybo hevur stongt StÍF-málið fyrstu løtuna av seinna hálvleiki.


Hálvleikur: 14-14. Við trimum skjótum málum hevur H71 javnað, soleiðis at hálvleiksstøðan er 14-14.


28min.: 11-14 til StÍF. StÍF tekur av. Peter Krogh aftur á tvørtræið. StÍF-málið er nærum gandað, men innskifti Levi Nybo hevur eisini tikið nøkur skot.


26min.: 11-13 til StÍF. Aftur Allan Norðberg. Bogi G. Davidsen beklar illa í avsettinum. Hann fer av vøllinum og líkist ikki einum, sum kemur aftur á vøllin. Avloysarin er Dánjal Tórgarð.


25min.: 11-12 til StÍF. Kjartan Johansen við frálíkum spæli út á vongin til Allan Norðberg, og so eru strandingar á odda fyri fyrstu ferð. H71 hevur rakt stong og yvirliggjara trý álop á rað.


20min.: 10-9 til H71. Tað er framvegis lívligt, og tað eru framvegis hoyvíkingar, ið hava tepra leiðslu.


15min.: 7-6 til H71. Góð ferð í dystinum. H71, sum hevur vunnið sær lítlan mun, hevur longu fingið tvær útvísingar.


10min.: 4-4. Álopini koyra væl. Peter Krogh hevur skotið trý mál útifrá.


5min.: 1-1. Kjartan Johansen setti hol á við brotskasti, men Peter Krogh svaraði aftur fyri H71.


3min.: Enn er einki mál komið. Ári E. Dam í H71-málinum og Carsten Bang í StÍF-málinum hava tikið fyrstu skotroyndirnar.


Undan dystinum: Dómarar í hesi finaluni eru Uni og Hannis Wardum.


H71:

Ári E. Dam, Jens á Skipagøtu, Rúni V. Højgaard, Bogi G. Davidsen, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor í H. Siversen, Helgi H. Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen, Peter Krogh, Dánjal Tórgarð, Jónas G. Djurhuus, Tróndur Arge


StÍF:

Carsten Bang, Levi Nybo, Sámal Weihe, Fríði R. Djurhuus, Allan Norðberg, Pætur Joensen, Jón Rasmussen, Pætur Johansen, Rúni Niclasen, Sveinur Justinussen, Kjartan Johansen, Tummas Simonsen, Borgar M. Persson, Jógvan G. Joensen, Eyðbjørn Eiriksson, Marius Joensen