Hetta mást tú ikki skola niður

Tað kann fyri summi vera freistandi at blaka rusk og eitthvørt niður í vesikummuna, tí mann heldur, at ruskið fer burtur óansæð. Men tað er bert vesipappír og skarn, ið eigur at verða skolað niður í vesið.

Alt annað óviðkomandi tilfar kann órógva skipanina og dálka umhvørvið. Tað kann tippa rørini og viðføra stórar og tíðarkrevjandi trupulleikar fyri Reinsitænastuna hjá IRF.

IRF hevur í hesum sambandi nøkur dømi um óviðkomandi tilfar, ið ikki eigur at verða skolað niður:

  • Tanntráður
  • Einnýtislappar/ skúmklútar
  • Einnýtisserviettar/ vátserviettar
  • Vattpinnar
  • Hítir
  • Bind/ blæur