fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 08.03.2014 (06:30)

Hetta skalt tú eta fyri at fáa nokk av D vitaminum

Tað eru heilt nógvir føroyingar, sum ikki hava nokk av D vitaminum.

 Tað staðfestir Pál Weihe, lækni og leiðari fyri deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

 

Hann sigur, at kanningar vísa, at annarhvør føroyingur yvir 70 ár, manglar D vitaminur, men eisini ein rættiliga fittur partur av bæði børnum og tilkomnum fólki mangla D Vitaminur.

 

Orsøkirnar kunnu vera fleiri.

- Eitt er, at vit fáa ikki nokk av sólarljósi. Eitt er, at vit eru nógv innandura um dagin og eru vit uttandura, eru vit í bili, sigur Pál Weihe.

 

Men ein onnur orsøk kann vera, at kostvanarnir eru broyttir, so at vit nú eta meiri av pitsa, soltnum hósnarunga, og øðrum, sum ikki eru góðar keldur til D vitaminur.

 

Og tað kann fáa álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri okkum, at vit mangla D vitaminur.

 

Trot á D vitaminum elvir til, at beinagrindin avkálkast og nettupp beinbroyskni kann verða ein vanlukka hjá eldri, tí tá er skjótt at bróta seg sundur, tá ið tey detta.

 

Og hjá børnum, sum standa í vøkstri, kann beinagrindin verða heilt skeiv

 

Annars verður eisini sagt, at tað er eitt ávíst samband ímillum trot á D vitaminum og ymsar hjartasjúkur, umframt sclerosu og aðrar sjúkur í miðnervalagnum og aðrar

sjúkur.

 

- Tað hevur eisini verið frammi, at samband er ímillum trot á D vitaminum og krabbamein. Men somuleiðis er tað eisini nevnt, at ov nógv av D vitaminum kann elva til prostatakrabba

 

Niðurstøðan er at tað er eisini mark fyri, hvussu nógva D vitaminur, vit skulu fáa.

- Vit skulu hava nokk, men ikki ov nógv, sigur Pál Weihe.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Pál Weihe greiða frá á Rás2 um, hvussu trot á D vitaminum ávirkar okkum og hoyr hann eisini greiða frá, hvat vit skulu eta fyri at fáa nóg mikið D vitaminum.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her