Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.10.2014 (14:30)

Hetta verður tann stóra royndin hjá okkum


Hetta verður tann stóra royndin hjá okkum

Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í løgtinginum í gjár.

Og tað, hann sigur er tann stóra royndin hjá samgonguni er at gera eina nýggja fiskivinnunýskipan.

 

Og nú hevur hann enn einaferð ásett dagin, har samgongan skal vera liðug at gera eina fiskivinnunýskipan.

 

Tað er eitt mál, tosað hevur verið um í fleiri ár. Ferð eftir ferð er boðað frá, at nú kemur hon, men enn hava øll bíðað til fánýtis, tí samgongan klárar ikki at semjast um, hvussu hon skal síggja út.

Ikki minst hevur vinnan bíðað eftir eini fiskivinnunýskipan fyri at fáa tryggar karmar at virka undir.

 

Og nú hava løgmaður og samgongan enn einaferð ásett dagin fyri, nær ein skipan fyri fiskivinnuna skal vera klár.

- Samgongan skal vera klár við eini nýskipan tann 1. februar, siga løgmaður, og aðrir høvuðsmenn í samgongini.

Hetta verður tann stóra royndin hjá samgonguni, leggur hann afturat.

Tá skal samgongan verða klár við einum uppleggi at leggja fyri andstøðuna.

 

Les HER, at løgmaður hevur eisini sagt, at fiskivinnunýskipanin SKULDI vera liðug fyri einum hálvum ári síðani

 

Løgmaður vónar, at tá hevur eisini andstøðan sítt upplegg klárt og at samgonga og andstøða kunnu setast saman at vita um tað ikki ber til at samansjóða bæði uppleggini til eitt felags uppskot, so at alt løgtingið kann semjast um eina fiskivinnunýskipan.

Tinglimir í andstøðuni hava annars kravt at vera við frá fyrsta degi, men hesum afturvísa bæði løgmaður og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

- Sjálvandi má samgongan finna semju fyrst, tí ein syndrað samgonga kann ikki fara til andstøðuna at biðja um stuðul fyri einum máli, sigur Jørgen Niclasen.

Og fyrsta februar skal samgongan hava sítt uppskot klárt, sigur hann.

Løgmaður sigur, at samgongan og andstøðan mugu hava hvør sítt uppskot, sum partarnir síðani skulu royna at kóka saman til eitt felags uppskot

 

Les HER, at ósemja í samgonguni steðgar arbeiðnum at nýskipa fiskivinnuna og at Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur mist álitið á, at nakað hendir

 

Hann heldur at arbeiðið at nýskipa fiskivinnuna, skal helst ikki ganga sum arbeiði at gera eina nýggja stýrisskipan, har allir flokkar hava verið við frá fyrsta degi.

- Har hava vit roynt at arbeitt og sitið og drukkið kaffi í eini 12 ár. Tað hevur kosta gylt, men tað hevur alt verið til fánýtis, so tað kann ikki vera fyrimyndin, sigur løgmaður.

Men hann staðfestir, at andstøðan skal hava ein veruligan møguleika at ávirka nýskipanina fyri at finna eina semju

Og hann sigur, at hann fer rætt og slætt at nokta fyri, at samgongan leggur eitt uppskot fyri løgtingið, sum andstøðan ikki hevur havt høvi at viðgera áðrenn.