fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 14.07.2014 (10:14)

Hjálpa landsstýrinum at banna grindadrápi

- Føroyskir politikarar eru uttan nakran sum helst iva, ógvuliga fegnir um, at vit mótmæla grindadrápi í Føroyum.

Tað sigur Jürgen Ortmüller, talsmaður fyri týska felagsskapin, WDSF.

 

WDSF er annar felagsskapurin, sum kemur til Føroya á ólavsøku at mótmæla grindadrápi og talsmaðurin heldur enntá, at teir gera føroysku mynfugleikunum eina tænastu.

 

Hin felagsskapurin, sum kemur higar á ólavsøku, er ProWal og Jürgen Ortmüller váttar í morgun, at tey koma til Føroya at mótmæla ólavsøkudag, soleiðis sum ætlað.

 

Tey eru eisini greið yvir, at tey hava fingið eitt økið í Hoyvík, á Karlamagnusarbreyt, at mótmæla á, og tað hava tey góðtikið.

 

Jürgen Ortmüller ivast ikki í, at politisku myndugleikarnir í Føroyum leita bara eftir eini umbering fyri at banna grindadrápi, uttan elva til mótstøðu frá veljarunum og tí gera teir myndugleikunum eina góða gerð við at mótmæla grindadrápi.

 

- Landsstýrið er uttan iva takksamt fyri eitthvørt høvi at til at kunna avmarka grindadrápi, og at banna tí heilt í longdini, uttan at missa andlit og uttan at ganga veljarunum ov nær, sigur hann.

 

Og hann heldur, at nettupp trýst uttaneftir kann vera eitt slíkt høvi, landsstýrið hevur bíðað eftir.

 

So tey ætla sær at halda fram at mótmæla, staðfesta tey.

- Vit halda fram við arbeiðnum at steðga hvalaveiði um allan heimin, eisini í Føroyum, ger hann greitt.  

 

Men tey vænta sær ikki nakra tøkk afturfyri, hóast teir vísa eini heilari tjóð vegin fram ímóti altjóða viðurkenning, skuldi tað hent, at vit halda upp at at drepa grind.

 

Talsmaðurin fyri WDSF vísir á, at føroyingar hava frælsi at eta næstan alt, teir vilja, teir hava átrúnaðarligt og politiskt frælsi.

 

Men kæru føroyingar, sum forfedrar tykkara, víkingarnir, kunnu tit ikki longur eta fólk og skjótt kunnu tit heldur ikki til at veiða hval, tí báðir hesir skapningarnir eru varðveitingarverdir.

 

Les eisini: Sleppa ikki til Havnar at oyðileggja ólavsøkuna

 

Hann vísir á, at hóast eitt kansa er lógligt, er ikki vist, at tað er rætt at gera tað og tann, sum heldur fast um eina ómentaðar og ráa siðvenju, kann verða fordømdur av altjóða samfelagnum.

Einki sláturvirki bjóða fólki inn at hyggja, men føroyingar bjóða ferðafólki at síggja grindadráp.

 

Les eisini: Ólavsøkan skal ikki órógvast av mótmælum

 

Hann sigur, at í dag vita vit, hvussu serstakliga klókir, hvalir eru, men eingir føroyingar ganga svangir fyri tað,at grind ikki verður dripin.

 

Les eisini: Mótmælisfólk til Hoyvíkar at mótmæla

 

Tað er tvær ferðir so nógvur seyður í Føroyum, sum tað eru fólk og handlarnir hava eitt stórt úrval av mati og tí eigur eingin hvalur at doyggja fyri at metta føroyingar, sigur Jürgen Ortmüller.