Høvdu fund í seks tímar um Páll og Annitu

Stríðið um hørðu skuldsetingarnar frá Annitu á Fríðriksmørk um Páll á Reynatúgvu vórðu í gjár viðgjørdar á hægsta stað í Tjóðveldinum, tá tingbókur frloksins umrøddi málið.


Páll á Reynatúgvu hevur alment boðað frá, at hann kennir seg ógegnigan at viðgera málið.

Eingin vil siga nakað um tað, sum tingbókurin kom til á fundinum. Men Páll á Reynatúgvu hevur skrivað á Facebook, at tað kann gera tað sama, hvat hann persónliga heldur um umberingina frá Annitu á Fríðriksmørk.

– Tí eg umboði eitt embæti, ið eitt einmælt løgting hevur valt meg til, og eg eri eisini partur av eini barnafamilju sum stendur skelkað og málleys. Hetta er ikki eitt mál millum meg og Annitu, men eitt mál millum tingbólkaformannin og floksleiðsluna í Tjóðveldi. Hvat kann floksleiðslan liva við? – spyr Páll á Reynatúgvu.