fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 05.10.2013 (22:12)

Hondbóltsfelagið Tjaldur niðurlagt

Hondbóltsfelagið, Tjaldur, er niðurlagt og samstundis heldur alt virksemið uppat.

Tað boðar nevndin frá í kvøld.

 

Tjaldur varð stovnað í í oktober 1998.

 

- Hesi 15 árini, felagið hevur virkað, hava úrslitini eftir umstøðunum verið nøktandi, heldur nevndin.

 

Yngru deildirnar hava fingið góð úrslit, og besta kvinnuliði hevur somuleiðis fingið góð úrslit seinru árini.

 

- At vera í fremstu røð hevur kravt nógv av felagnum. Men nú nýggj fimleikahøll skuldi byggjast, og felagið av hesi orsøk ikki hevði nakran heimavøll í Runavík, gjørdi nevndin í felagnum av, at vit skuldu taka okkum úr fremstu deildini og í staðin leggja orkuna í at menna egnar leikarar til felagið.

 

Fyri at felagið skal kunna virka uttan ein heimavøll, krevst kortini at tað fær húsarúmd at venja í.

 

- Nevndin í Tjaldur metti ikki, at ta varð nakar trupulleiki, um so var, at vit máttu koyra yvir á Skála at venja.

 

Eins og vanligt hevur verið hini árini, søkti Tjaldur Runavíkar kommunu um tímar í Ítróttarhøllini á Skála.

 

- Svarið var heldur ullint, og úrslitið var eisini, at tá túrurin var komin til Tjaldur at fáa tímar í høllini, vóru eingir tímar eftir, sigur nevndin.

 

- Hetta hava vit nú í tveir mánar roynt at fingið í rættlag, men uttan úrslit.

 

Og nú kappingin fer í gongd í vikuskiftinum, hevur Hondbóltsfelagið Tjaldur enn ikki vant í nakrari ítróttarhøll.

 

- Tað er tí við serstøkum kenslum , at vit í kvøld boða frá, at nevndin fyri Hondbóltsfelagið Tjaldur leggur frá sær, og at alt virksemið heldur uppat, sigur nevdin, sum takkar øllum 150 íðkandi limunum, teimum 30 venjarunum og øllum eldsálunum fyri tann stuðul tey hava veitt felagnum gjøgnum árini.

 

- Vit eru hørm um hetta úrslit, men sum støðan bleiv, er eingin møguleiki at halda fram við virkseminum, sigur nevndin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her