fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Charlotta á Váli Olsen 19.05.2015 (07:46)

Hvar eru vit á veg???

Tá ein byrjar at koma uppí tann 'eldra' endan, vendast nógvir ymiskir tankar og samanberingar sær í høvdinum og nógvar ymiskar royndir verða gjøgnumhugsaðar!

Okkara samfelag er broytt ótrúliga nógv tey síðstu 50 árini, nógv til tad betra, - men eisini okkurt til tað verra. 

Vit hava altíð hug at samanbera okkum við londini rundanum okkum, vit skulu helst líkjast teimum í mestsum øllum og hava tað líka 'gott' sum tey. Men vit gloyma at 'sálda frá'. Læra av teirra feilum og sálda frá, tað, sum ikki 'riggar'.

Eitt, sum hevur 'øst' meg tey síðstu árini (og tað skal eitt sindur til), er hugtakið 'bygnaðarbroytingar', sum er eitt 'moderna fyribrigdið', sum verður (mis)brúkt í fleng, vil eg siga og hevur gingið útyvir røsk, trúgv og álítandi fólk, flestu farin um tey 50. Tí nú skulu nýútbúnir 'akademikarar' hava arbeiði, nýggj størv verða uppfunnin, sum so eisini yvirtaka partar av arbeiðinum hjá farandi fólkinum. Rættiliga nógv almenn arbeiðspláss hava brúkt henda mátan, hóast tey VITA, at eitt fólk (uttan akademikaraútbúgving), farin um tey 50, hevur lítlan og ongan møguleika at fáa annað fast arbeiði. Hetta hevur verið - og er - til stóra sálarkvøl hjá mongum.

Hetta kann ikki vera rætt! Hesu røsku trúgvu arbeiðsfólk hava strevast og knógvað fyri at millum annað øll, sum hava hug at lesa víðari, hava møguleikan í dag. Tá so tey koma heim (og eru tey so hjartaliga vælkomin!), verða nøkur av hesum trúgvu, 'gomlu' fólkunum meira ella minni 'sparkaði' út í kuldan.

Hetta skal tó ikki misfatast! Eg eri so hjartaliga fyri, at tey ungu fáa sær eina útbúgving og at tey koma heimaftur og brúka sína vitan her! MEN tað má og skal ikki ganga útyvir tey røsku, trúføstu, sum allarhelst ikki hava haft henda góða møguleikan, at fáa sær eina víðari útbúgving.

Her má finnast ein loysn! Egoisman og sjálvrealisman má ikki taka yvirhond, soleiðis, at góð, røsk og trúgv arbeiðsfólk kalt og 'kyniskt' verða ofraði. Eitt er vist, at tað eru ikki hesi, sum koppa samfelagnum!

Eg veit um fleiri syrgiligar lagnur orsaka av hesum vitloysi!

Vónandi kemur hjarta og vísdómur inn aftur í okkara samfelag!

PS. Og so skal tað loysa seg at arbeiða - helst til tú er 70 ár. Hvussu hongur hetta saman?