Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 17.02.2015 (07:12)

Í dag verða vitnisavhoyringar

Tá fyrsti rættarfundur í málinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur reist móti fýra tíðindafólkum, byrjaði í Føroya rætti í gjáramorgunin, heitti dómarin, Søren Holm Seerup, á øll, sum í rættarsalinum vóru, um at reisast og minnast Kára á Rógvi, løgfrøðing, við tøgn.

 

Allan fyrrpartin í gjár hevði advokaturin hjá Jørgeni Niclasen framløgu av skjølum, brøvum, greinum, paragafum og kunngerðum, politifrágreiðing og fundarfrásagnum, og hetta vóru somu skjøl, sum løgd vórðu fram á tíðindafundi í Miðlahúsinum fyri einum ári síðan.

 

Eftir steðg um middagsleitið í gjár, byrjaði rættarfundurin seinnapartin við, at Christian Andreasen vísti fleiri brot úr Degi & Viku og sendingum um tollmálið, og hesi brot vórðu víst í royndini at sannføra dómaran um, at ærumeiðandi skuldsetingar eru settar fram móti Jørgeni Niclasen.

 

Tá henda framløga var liðug, setti Jørgen Niclasen seg um 15-tíðina í gjár í vitnisstólin, og tá slapp hann at greiða frá familjufyritøkuni, hann var stjóri í um tað mundi, tá skuldsetingarnar í tíðindafólkunum um tollsvik hanga yvir honum.

 

Tá advokatur hansara var liðugur við sína vitnisavhoyring, setti Bjørn á Heygum, sum er verji hjá Sveini Tróndarssyni, Jørgeni eisini spurningar um ymisk viðurskifti um pakkhúsið, har ótollaðu vørurnar komu og vórðu heintaðar. Bjørn spurdi eisini Jørgen, um hann kendi orðingarnar í tollógini um hesi viðurskifti.

 

Advokaturin hjá Liljuni Weihe, Jan Lamhauge og Dia Midjord, Brandur Ellingsgaard, fekk eisini høvi at seta Jørgeni Nielsen spurningar.

 

Nøkur vitni eru kallað inn í málinum, og tá rættarfundurin byrjar aftur í morgun klokkan 9, verða vitnisavhoyringar í málinum millum Jørgen Niclasen og tey fýra tíðindafólkini.

 

Sveinur Tróndarsson, sum var ábyrgdari á Portalinum, tá málið byrjaði í miðlunum stutt fyri árslok 2013, verður eisini avhoyrdur í rættinum í morgun.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her