Leita á in.fo

Danjal av Rana 08.03.2016 (13:25)

Í morgin skal Sea Shepherd í landsrættin

Rættarmálið móti Sea Shepherd í Eystara landsrætti um grindirnar í Bø og Sandagerði byrjar í morgin og heldur á hósdagin.

 

Í morgin eru tað tey fýra, sum vóru handtikin eftir grindina í Bø 23 juli í fjør, sum eru ákærd, umframt felagsskapurin Stichting Sea Shepherd Global. Tey fýra eru Xavier Figarella, Marianna Baldo, Christophe Bondue og Rosie Kunneke.

 

Felagsskapurin fekk 75.000 krónur í bót, meðan tey fýra fingu bøtur úr 25.000 í 35.000 krónur fyri at bróta grindalógina. Øll fýra vóru eisini útvíst úr landinum.

 

Hósdagin skulu tey aftur møta, umframt Kevin Scheltz, sum var handtikin eftir grindadrápið í Sandagerði. Hann fekk 5.000 krónur í bót.

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her