Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 06.03.2014 (13:13)

Ingun er forkvinna hjá filmsfólkinum

Tað verður Ingun í Skrivaragøtu, sum er formaður í nýstovnaða felagnum fyri føroysk filmsfólk.

 

Tað er greitt, nevndin hevur skipað seg eftir stovnandi aðalfundin fyri tveimum vikum síðani

 

Afturat sær í nevndini hevur hon Andrias Høgenni, sum er næstformaður. Skrivari er Sigga Vang og kassameistari er Julia í Kálvalíð. Nevndarlimur er Sámal Jákup Jakobsen, sum starvast hjá Klippfisk og tiltakslimir eru Elin B. Heinesen og Dávur Djurhuus.

- Felagið fegnast um, at stig nú eru tikin til at 500.000 krónur eru markaðar til filmslist og vinnu, sigur forkvinnan.

 

- Tá ið hugsað verður um, hvussu stóran mun tær 200.000 krónurnar í grunninum hjá Norðurlandahúsinum og Klippfisk, hava gjørt, ber til at siga, at hetta kann stimbra einari veruligari filmsvinnu herheima, sigur hon.


Hon sigur, at enn er óvist, hvussu pengarnir fara at vera umsitnir.

Sjálvi hava tey mælt Mentamálaráðnum til at stovna ein filmsgrunn leysan av øðrum grunnum

-  Vit fara at tó at tilmæla, at Mentamálaráðið í fyrsta umfari skipar  stuðulsjáttanina í 5 pørtum.
1.     Søgu- og hugskotsmenning
2.     Undanframleiðsla
3.     Framleiðsla
4.     Eftirframleiðsla
5.     Útbreiðsla.

Ingun í Skrivaragøtu sigur, at felagið fer nú undir at savna tey, sum arbeiða innan filmsvinnu, og at skipa heimasíðuna http://www.film.fo.
 
Á myndini er nevndin í nýstovnaða felagnum. Frá vinstru eru tey Julia í Kálvalíð, Andrias Høgenni, Elin B. Heinesen, Ingun í Skrivaragøtu, Sámal Jákup Jacobsen og Sigga Vang. Dávur Djurhuus er ikki við á myndini.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her