Jákup Martin fekk sín fyrsta sigur sum betrideildarvenjari (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen og AB-veteranin, Bárð Olsen seta orð á 5-1 sigurin hjá EB/Streymi á Eiði


Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen fekk sín fyrsta sigur í Betrideildini í dag

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen fekk sín fyrsta sigur í Betrideildini í dag

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1 samrøðurnar, ið vóru í sendingini "Triði Hálvleikur", har prátað var við høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen og veteranin hjá AB, Bárð Olsen aftaná 5-1 sigurin hjá EB/Streymi á AB í Hólmanum á Eiði.


Jákup Martin Joensen kann fegnast um sín fyrsta sigur í Betrideildini, og um eitt framúr avrik aftaná liðið hevur tapt tepurt við einum máli í fýra dystum móti topp-5 liðum frá farna kappingarárið. 33 ára gamli Arnbjørn Hansen skoraði tvey og legði upp til tvey onnur mál, og Jákup Martin dylur ikki, at avrikið hjá gamla málrevinum hevði stóran týdning fyri EB/Streym.

 

Bárður Olsen er vónsvikin av stórtapinum, og ikki minst, at teir í AB gevast at spæla tá støðan miðskeiðis í seinna hálvleiki gerst 4-1. Hann slær fast, at avrikið krevur stóran bata um AB skal gera sær tankar um at fáa nakað við sær úr Gundadali, tá teir møta HB skírisdag um fýra dagar.

 

 

 

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen fekk sín fyrsta sigur í Betrideildini í dag