Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 06.08.2015 (07:50)

Jákup Suni Lauritsen stillar upp fyri Miðflokkin

Formaðurin í SEV-stýrinum, Jákup Suni Lauritsen, er eitt av valevnunum hjá Miðflokkinum, sum í morgun fer at greiða frá sínum valuppleggi og valevnum.

 

Jákup Suni Lauritsen hevur verið borgarstjóri í Sørvági og annars verið sambandsmaður.

 

– Tað er nakað síðani, at eg valdi Sambandsflokkin seinast. Men tað er rætt, at eg havi verið sambandsmaður frá ungum árum og havi gingið nógv á fundi har, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Hann heldur, at demokratiið hevur ikki somu møguleikar longur, síðani Føroyar gjørdust eitt valdømi. Hóast tað bøtir um møguleikarnar hjá teimum smáu flokkunum, so er tað ikki orsøkin til, at hann nú skiftir flokk, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her