Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 19.02.2014 (21:44)

Janus í nýggjum gallaríi í Havn

Fríggjadagin 21. februar letur Janus á Húsagarði upp nýtt gallarí í Jansstovugøtu 10 í Havn. Opið verður frá 16 til 19 við málningum og plakatum, t-shirts, postkortum og bókum, sum listamaðurin hevur málað og teknað. 

 

Ungi listamaðurin er føddur í Havn 13. desember 1975. Hann er ólærdur listamaður, men hevur teknað síðan hann var smádrongur.

 

Janus hevur havt hópin av listaframsýningum runt í Føroyum, Íslandi og Danmark. Hann hevur eisini teknað fleiri bøkur, plakatir, lýsingar, fløguhúsar, og hann hevur teknað í barnasjónvarpi og undirvíst í tekning í Norðurlandahúsinum og í skúlum runt um í Føroyum.

 

Í 2012 gekk Janus fýra mánaðir í listaháskúlanum í Holbæk í Danmark. Hann fekk Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs í 2010 og Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum í 2013.

 

Gallaríið fer at hava opið hvønn fríggjadag frá klokkan 11 til 17, og í summar er ætlanin at hava opið hvønn dag. 

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin til ferniseringina, har Uni Debes fer at spæla nøkur løg, siga tey, sum standa aftan fyri framsýningina hjá Janus á Húsagarði.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her