Leita á in.fo

Niels Uni Dam 27.02.2014 (19:24)

Jens Marni við sínum fyrsta kykmyndalagi

Jens Marni Hansen hevur roynt næstan alt í føroyskum tónleiki, í bólkum sum Kjølum, All That Rain og Showmonnum og seinnu árini sum soloartistur hevur hann verið á toppinum í næstan 20 ár.

Men í hesum døgum roynir Jens Marni nakað nýtt. Hann lat í dag sítt fyrsta kykmyndalag út. Lagið “When it’s Over” er av nýggjastu útgávuni hjá Jens Marna “Anywhere You Wanna Go”.

Jens Marni sigur við in.fo, at orsøkin til, at hann hevur valt hetta lagið, er tí at hann metir tað hava okkurt sermerkt.

Hóast Jens Marni er ein ambitiøsur tónleikari, so er tað ikki hann sjálvur, ið hevur tikið stig til at gera kykmyndalagið.

- Tað er ein ungur Skopuningur sum spurdi, um hann kundi gera eina video við mær, so havi eg sagt ja til at gera eina roynd, sigur Jens Marni.

Ungdi skopuningurin er Benjamin Hansen, ið rekur BenHan Studios. BenHam Studios stóu eisini fyri kykmyndalagnum hjá Asyllex - Diabolic Arrival, ið kom út í fjør.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her