Joe & the Sh*tboys hava útgávu konsert

Tíggju provokerandi og catchy slagarar.


Joe & the Sh*tboys hava útgávu konsert í Tøting tann 17. Apríl!

 

12 apríl kemur tann higartil týdningarmiklasta føroyska sh*tpunk útgávan í ár! Tíggju provokerandi og catchy slagarar. Teirra í millum eru "Drugs R'4 Kidz", "If You Believe in Eating Meat, Start With Your Dog" og "Wonderwall."

 

Konsertin verður uttan iva full av svakari orku, ertan, stuttleika og kenslubornum løtum!

 

Joe & the Sh*tboys eru:

Joe - Sang

Ziggy Sh*t - Guitar og kór

Sammy Sh*t - Bass og kór

Johnny Sh*t - Trummur og kór

 

Jákup Eli:

Sumbingurin í Havn er væl kendur í Føroyum fyri sínar framførslur, og sín øðrvísi hátt at skriva sangir.

Stundum er hátturin á sangskrivingini eitt sindur provokerandi, stundum stuttligur, men tó altíð inniligur og ærligur.

Tað er nakað síðani Jákup Eli seinast var á palli, og hetta er fyrstu fer hann spælir í Tøting.