Leita á in.fo

Tróndur Arge 03.10.2015 (10:03)

Jógvan Martin verður venjari

Jógvan Martin Olsen hevur ikki verið venjari í Effo-deildin hetta kappingarárið. Tó tykist fyri vist, at hann verður venjari komandi kappingarár. Spurningurin er bara um hvar tað verður. Feløg sum ÍF og NSÍ eru nevnd.

 

-       Eg kann siga so mikið sum, at eg eri í dialog við fleiri feløg. So tað er sannlíkt, at eg verið venjari komandi ár, sigur Jógavn Martin Olsen, sum tó ikki vil seta navn á nakað felag.

 

Norðlýsið hevur fleiri ferðir sett hann í samband við ÍF. Sum skilst, so stendur honum í boðið at blíva venjari hjá ÍF. Formaðurin í felagnum, Leif Andre Eliasen, segði fyri kortum við Sosialin, at hann vónaði at kunngera nýggja venjaran á ársveitsluni, sum verður í kvøld.

 

Tað tykist tó ósannlíkt, at Jógvan Martin Olsen verður kunngjørdur á ársveitsluni í kvøld.

 

Les eisini: ÍF skal hava nýggjan venjara

 

-       Eg havi bara sett fram nakrar treytir. Fyri meg er tað týdningarmikið, at arbeiði sum venjari gevur meining. At eg havi ein hóp at arbeiða við, og at eg kann flyta felagið rætta vegin, sigur Jógvan Martin Olsen.

 

Tað ljóðar somuleiðis, at NSÍ er ein møguleiki, har Jógvan Martin Olsen fyrr hevur verið venjari.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her