Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 09.04.2015 (08:35)

Jógvan Skorheim formaður í Sjálvstýrisflokkinum

Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkurin til komandi løgtingsval.

 

Á tíðindafundi, sum er í Miðlahúsinum nú, hevur Kári P. Højgaarg boðað frá hesi avgerð.

 

– Tað hevur verið ein sera áhugaverd tíð seinasta valskeiðið. Tað hevur verið tann mest spennandi tíð hjá mær í politikki at vera við í samgonguni, men tíðin gjørdist turnulent – serliga við øllum rokinum um Skálafjarðartunnilin, segði Kári P. Højgaard.

 

– Eina dómarakanning verður almannakunngjørd seinast í juni, og tí er ivi sáddur um mítt trúðvirði. Eg havi valt, at hesin ivi ikki skal skaða Sjálvstýrisflokkin, og tí havi eg valt at leggja frá mær sum formaður og havi heitt á Jógvan Skorheim um at gerast nýggjur formaður. Hendan avgerðin er tikin, og tá hesin tíðindafundur er av, er Jógvan Skorheim formaður í Sjálvstýrisflokkinum.

 

Kári P. Højgaard boðaði samstundis frá, at bæði hann og Jógvan Skorheim stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin á komandi løgtingsvali.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her